Fyrrverandi leikarar og venjarar fagna Keagan

?Alan Shearer hevði verið eitt gott val, men ein kemur ikki uttan um, at Newcastle-viðhaldsfólkini elska Keegan.? sigur ein annar fyrrverandi Newcastle-venjari, Kenny Dalglish. ?Um tú spurdi 99% av viðhaldsfólkunum, so høvdu tey øll tosað um Keegan. Fótbólturin Newcastle leikti meðan hann var venjari, varð ein tann besti nakrantíð. Viðhaldsfólkini seta sína vón til, at hetta fer at endurtaka seg.? sigur fyrrverandi Newcastle-leikarin, Steve Watson. ?Hetta eru góð tíðindi. Hansara arbeiðsháttur ger, at hann er høgt elskaður av fólkunum í Newcastle. Hann er ein góður maður, og tað var ein sonn frøði at venja undir honum!? sigur David Ginola, eisini fyrrverandi leikari hjá Newcastle. ?Hann fekk ein fantastiskan felagsanda inn í hópin, og inn í skiftingarrúmið. Hann er ein maður, sum hevur tøtt viðurskifti við leikarnar. Tað er slíkt vit sakna í fótbóltsumhvørvinum í dag.? sigur ein annar fyrrverandi Newcastle-verjuleikarin, Warren Burton! ?Newcastle-viðhaldsfólkini fara at hava stórar vónir um, at Kevin kann venda ringu gongdini, og geva teimum tey úrslit, sum teimum leingist eftir!? sigur fyrrverandi Newcastle-venjarin, Jim Smith