Fyrrverandi forsetin í Georgia, Mikheil Saakashvili, er handtikin og settur í fongsul av myndugleikunum í Georgia. Fyrrverandi forsetin hevur búð í útlegd.
Hann var ávaraður um, at hann fór at verða handtikin, um hann vendi heimaftur.
Men, fyrr í vikuni segði Mikheil Saakashvili, at hann vildi venda heim aftur til Georgia fyri at "bjarga landinum", sum hann málbar seg.
Hann hevur livað í útlegd í Ukraina, men nú lokalval er í Georgia, vildi hann koma aftur til landið á valdegnum.
Tað er russiska tíðindastovan Tass, sum ber hesi tíðindi í dag.
Reuters veit eisini at siga, at fyrrverandi forsetin hevur eggjað fólki í Georgia til at fara út í gøturnar at mótmæla eftir valið, og sjálvur vildi hann veita sín stuðul við at koma heim aftur til landið.
Á Boryspil-flogvøllinum uttan fyri Kiev í Ukraina vóru fólk komin saman at stuðla fyrrverandi forsetanum, og nú hann er handtikin í Georgia, sigur hann, at handtøkan hevur politisk motiv, sum hann málber seg.
- Tað er lagnan hjá Georgia, sum skal avgerast, og tí keypti eg mær ein ferðaseðil heim, soleiðis at eg kann vera við til at stuðla teimum, sum vilja mótmæla valinum, segði hann fyrr í vikuni.
Forsætisráðharrin í Georgia, Irakli Garibashvili, váttaði í dag, at Mikheil Saakashvili er handtikin.
Ein dómstólur í Georgia dømdi í juni mánaði í 2018 fyrrverandi forsetan í seks ára fongsul fyri maktmisnýtslu og fyri at hava roynt at krógvað prógv um harðskap móti táverandi andstøðuni í parlamentinum, meðan hann sat við valdið.
Mikheil Saakashvili sat sum forseti í Georgia fyri flokkin - United National Movement - árini frá 2004 til 2013, men hann flýddi av landinum fyri at sleppa undan revsingini, sum dómurin álegði honum.
Ein umboðskvinna, sum vitjaði fyrrverandi forsetan í geglinum í dag, sigur, at Mikheil Saakashvili nú er farin í hungursverkfall.