Um tú skalt gera eina størri íløgu, so sum í barnaútgerð ella hvítvørur, ber til at leita í dátugrunninum hjá Forbrugerinformation, og vita um onkur kanning er gjørd av vøruni, sum tú ætlar at keypa. Soleiðis kanst tú læra at seta røttu spurningarnar til seljaran, og fáa eina hóming av marknaðinum sum heild. Mangan fylgjast prísur, góðska og umhvørvisfyrilit ikki, og tá er gott at síggja, hvørjar samanberingar eru gjørdar frammanundan.
Ætlandi skulu allir vørubólkar verða umboðaðir í dátugrunninum, sum er at finna á www.fi.dk










