Havsbrún og partar av uppsjóvarvinnuni leggja í hesum síðstu hond á fyrireikingarnar at byggja eitt uppsjóvarvirki, sum skal taka ímóti fiski longu í summar
Kannað verður nú, um sólskinssøgan við uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri kann endurtakast í Fuglafirði. Virkið á Tvøroyri varð sett upp eftir hálvum ári, hevur rættiliga fingið vind í seglini í ár, og hevur tikið ímóti meira enn 100.000 tonsum av uppsjóvarfiski.
Eisini Faroe Pelagic hevur havt eitt gott ár, og nógv arbeiði er á virkinum í Kollafirði.
Sambært keldum hjá in.fo verður í hesum døgum síðsta hond løgd á fyrireikingararbeiði, sum skal vísa, hvørt grundarlag er fyri at byggja eitt triðja uppsjóvarvirki í Føroyum. Talan verður sum skilst um eitt virki, ið er á stødd við uppsjóvarvirkið á Tvøroyri. Avgerandi fyri eitt virki av slíkum slag er, at tað klárar at taka ímóti stórum nøgdum eftir stuttari tíð.
Nýggja virkið skal standa á havnalagnum norði á Enni í Fuglafirði, á økinum har Bergfrost hevur sínar frystitunlar.
Fella fíggingin og praktisku viðurskiftini upp á pláss, so er ætlanin at virkið skal vera klárt at taka ímóti uppsjóvarfiski, tá vertíðin fyri makrel byrjar av álvara, umleið 1. juli.
Ein týðandi aktørur í hesi ætlan er Havsbrún í Fuglafirði, sum er partur av Bakkafrost samtakinum. Fleiri eyðsýndir fyrimunir eru við at fáa eitt uppsjóvarvirki tætt upp at verandi verksmiðju hjá Havsbrún. Eitt nú tekur Havsbrún ímóti allari tí rávøru, sum ikki kann virkast til matna á uppsjóvarvirkjunum.
Í nærumhvørvinum er eisini stór frystigoymsla, veitari av tungolju, trolvirki og mekaniskir verkstaðir av ymsum slag.
Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, hevur enn ongar viðmerkingar til ætlanirnar um at byggja eitt nýtt uppsjóvarvirki í Fuglafirði.
Sum in.fo skilir, so eru partar av uppsjóvarvinnuni við í hesum ætlanum.
Millum tey, sum eru inni í myndini, er lokala reiðaríið í Fuglafirði, Framherji, sum eigur uppsjóvarskipið Fagraberg.
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði, tekur væl ímóti ætlanini.
- Eg vil undirstrika, at vit hava enn onga formliga umsókn fingið. Men tað greitt, at ein slík umsókn verður møtt við vælvild og avgreidd skjótt, sigur Sonni á Horni.
Borgarstjórin vísir á, at øki er klárt til at seta eitt uppsjóvarvirki á. Og viðvíkjandi loyvum og øðrum formligum viðurskiftum eru ongir snávingarsteinar, metir Sonni á Horni.
Verður ætlanin við uppsjóvarvirkinum veruleiki, so kann hon fáa stóran týdning fyri Fuglafjørð:
- Jú, eitt virki av hasum slag fær stóran týdning. Tað skapar nógv arbeiði á landi, nógv skip koma hendavegin og harumframt hevur tað nógvar jaligar ringvirkningar við sær, sigur Sonni á Horni.
Kostnaðurin fyri eitt uppsjóvarvirki, sum líkist tí hjá Varðanum á Tvøroyri, liggur um 200 milliónir krónur.









