»Kann kenslulívið gerast ein forðing fyri, at náðigávurnar koma í brúk«.
Soleiðis kallar Steen Palmquist fyrilestur, sum hann fer at halda í KFUM & K í Klaksvík leygardagin.
Steen Palmquist er kendur terapetur hjá danska felagsskapinum AGAPE. Hann hevur áður verið í Føroyum og hildið skeið ? seinast á hjúnalegu á Toftum.
Tað er føroyska deildin hjá AGAPE, sum skipar fyri fyrilestrinum í Klaksvík.
Fyrilesturin verður leygardagin kl. 19.30, og tað kostar 100 krónur at verða. Hesir pengar fara til at gjalda fyri ferðaútreiðslurnar hjá danska terepeutinum.