Fyri fyrstu ferð í 500 ár hava norðurlond felags verju

Tað sigur svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson úr Moderaterna, á tíðindafundi eftir at ungarska tjóðartingið góðkendi svensku umsóknina um Nato limaskap.

 

Ungarska tjóðartingið í dag Mynd: Attila Kisbenedek/AFP/Ritzau Scanpix

Svøríki er enn ikki limur, men við atkvøðugreiðsluni í dag hevur er landið komið um síðstu forðingina á vegnum móti limaskapi.

– Vit koma nú heim til eitt stórt arbeiði fyri fólkaræði um frið og fræsli, sigur Kristersson sambært svensku tíðindastovuni TT.

 

 

Ungarska tjóðartingið í dag Mynd: Attila Kisbenedek/AFP/Ritzau Scanpix