Reuters, sum endurgevur russiskar tíðindastovur, vísir á, at video-upptøkur í russiskum miðlum vísa spreingingar og royk á Pskov-flogvøllinum har vesturi í Russlandi.

Fýra russisk flogfør rakt á flogvøllinum í Pskov

Tíðindastovan Tass veit at siga, at fleiri russisk hernaðarlig flutningsflogfør hava fingið skaða í einum dronuálopi har vesturi í Russlandi í kvøld.

 

Reuters, sum endurgevur russiskar tíðindastovur, vísir á, at video-upptøkur í russiskum miðlum vísa spreingingar og royk á Pskov-flogvøllinum har vesturi í Russlandi.

Flogvøllurin í Pskov har vesturi í Russlandi er í kvøld álopin - sambært útlendskum miðlum helst við dronum.

 

Guvernørurin í økinum, Mikhail Vedernikov, skrivar á Telegram, at russiska verjan roynir at byrgja uppfyri fleiri álopum á flogvøllin.

 

Tíðindastovan Tass sigur, at fleiri russisk hernaðarlig flutningsflogfør hava fingið skaða í álopunum.

 

Reuters, sum endurgevur russiskar tíðindastovur, vísir eisini á, at video-upptøkur í russiskum miðlum vísa spreingingar og royk á flogvøllinum.

 

Tíðindini um álopini í kvøld eru ikki váttað av óheftum keldum, men Tass veit at siga, at fýra hernaðarflogfør av slagnum, II-76, eru rakt.

 

Miðlarnir siga, at Pskov-flogvøllurin bæði er hernaðarligur og sivilur, og Pskov-regiónin hevur mark til bæði Hvítarussland, Estland og Litava.

 

Á viðhefta korti her niðanfyri sæst á leið, hvar Pskov-økið liggur har vesturi í Russlandi.

 

##med2##

 

 

 

Reuters, sum endurgevur russiskar tíðindastovur, vísir á, at video-upptøkur í russiskum miðlum vísa spreingingar og royk á Pskov-flogvøllinum har vesturi í Russlandi.

Reyði bletturin vísir landslutin, sum sambært útlendskum miðlum er álopin í kvøld.