Ein dystur hevur verið á skránni í Premier League í dag.
Illa sperda Newcastle, sum undan dystinum enn ikki hevði fingið nakran sigur, tók á heimavølli móti uppflytarunum úr Norwich.
Og fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, fór Newcastle av vøllinum eftir dystin sum sigursharrar.
Newcastle vann málríka og undirhaldandi dystin 6-2, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 3-2 til Newcastle.
Serliga tann eini leikarin á liðnum hjá Newcastle, skaraði í dag burturúr. Georginio Wijnaldum, sum í summar skifti til Newcastle frá hollendsku meistarunum, PSV, skoraði nevniliga fýra mál í stórsigrinum hjá Newcastle í dag. Hini málini hjá Newcastle skutu Ayoze Perez og Aleksandar Mitrovic.
Málini hjá Norwich skutu Dieumerci Mbokani og Nathan Redmond.
Við sigrinum í dag, klatraði Newcastle tvey pláss upp eftir stigatalvuni. Teir eru tó framvegis skeivu megin niðurflytingarstrikuna, tí teir liggja í løtuni sum nummar 18. Teir hava tvey stig upp til Bournemouth á seytjanda plássið.
Norwich liggur sum nummar 16 í Premier League við 9 stigum.
Newcastle-Norwich 6-2 (3-2)
1-0 Georginio Wijnaldum, 14.
1-1 Diemerci Mbokani, 20.
2-1 Georginio Wijnaldum, 26.
3-1 Ayoze Perez, 33.
3-2 Nathan Redmond, 34.
4-2 Aleksandar Mitrovic, 64.
5-2 Georginio Wijnaldum, 66.
6-2 Georginio Wijnaldum, 85.











