Fríggjamorgunin klokkan 10 reikar Ásbjørn N. Nattestad fyri sendingini Hondbóltspanelið á FM1.
Hondbóltsútisetar vara gestir í sendingini í morgin.
Ásbjørn fer at práta við Óla Mittún, ið spælir við svenska liðnum, Sävehof í bestu svensku hondbóltsdeildini, Anniku Fríðheim Petersen, ið spælir við Nykøbing Falster í bestu donsku hondbóltsdeildini, Helga H. Hoydal, ið spælir við Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini, og Julian J. Kragesteen, ið spælir við Ryger Stavanger í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.
Til ber at senda spurningar og viðmerkingar inn á nummar 559999.
Sendingin verður endursend klokkan 17.15.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo