Fýra fólk handtikin fyri millióna skattasvik í Grønlandi

Tveir menn og tvær kvinnur eru handtikin í fyrstu kanningini í Grønlandi, sum serdeildin hja donsku løgregluni, NSK, hevur gjørt

Hesa vikuna hevur løgreglan í Grønlandi handtikið fýra fólk í einum máli um álvarsligt skattasvik. Tað er fyrsta málið í Grønlandi, sum er kannað av National enhed for Særlig Kriminalitet (NSK), skrivar NSK í tíðindaskrivi.

- Í tøttum samstarvi við grønlendsku løgregluna og grønlendsku skattamyndugleikarnar hava vit tikið nøkur fólk, sum vit hava illgruna um at standa aftan fyri skipað fíggjarbrotsverk, sigur Michael Kjeldgaard, sum er chefpolitiinspektørur í NSK.

- Hetta er eitt mál, sum dregur træðrir uttanlands har harbrotsverkið, eftir okkara tykki, er farið fram systematiskt. Málið er tí latið NSK. Hetta er fyrsta kanningin hjá NSK í Grønlandi, eftir at vit fyrr í ár fingu førleikar at føra mál, sum koma innan okkara øki í Grønlandi og Føroyum, sigur Kjeldgaard í tíðindaskrivinum.

Í samstarvi við grønlendsku løgregluna og grønlendsku skattamyndugleikarnar handtók NSK týsdagin fýra fólk og kannaði fleiri adressur í Nuuk.

Ákærur eru reistar fyri skjalafalsan og grovt skattasvik fyri fleiri milliónir krónur. Millum annað eru sambært ákærunum følsk setanarbrøv.

Tey handtiknu eru síðani leyslatin.

1. mars fekk NSK heimild at kanna mál í Grønlandi. NSK er millum annað partvíst tað, sum nevndist Bakmanspolitiið.

NSK upplýsir ikki, hvussu tey handtiknu svara ákæruni. Sambært NSK eru talan um tveir menn og tvær kvinnur. Fleiri teirra eru útlendskir ríkisborgarar.

 

/Ritzau/