Fýra fólk bjargað í Grønlandi

- Tá fólkini vórðu funnin, vóru tey bæði vát og fryst, sigur vaktleiðarin hjá Nuuk Politi.

Myndin, sum er úr Grønlandi, er tilvildarlig.

 

 

Um 19-tíðina sunnukvøldið komu fýra fólk - tvey vaksin og tvey børn - í neyð í einari jollu í Grønlandi. Løgreglan fekk eitt neyðarkall um eina fartelefon, men trupulleikar vóru við signalinum í økinum.

 

- Vit skiltu, at fólkini vóru vát og fryst. Við góðum samstarvi millum fleiri myndugleikar eydnaðist tað seint sunnukvøldið at finna fólkini og flyta tey við tyrlu á sjúkrahús í Aasiaat.

 

Tað sigur vaktleiðarin hjá Nuuk Politi, Brian Thomsen, við Sermitsiaq.

 

Hann vísir á, st við góðari hjálp frá teknikarum hjá Aasiaat Radio eydnaðist tað at finna fram til, hvaðani signalið frá telefonini kom, og tískil bar eisini til at finna fram tey neyðstøddu.

 

- Ein tyrla varð send til økið at leita, og lokalir bátar luttóku eisini, leggur vaktleiðarin aftrat.

 

Brian Thomsen sigur, at góða samstarvið millum fleiri myndugleikar endaði við, at fólkini vórðu funnin, og tá vóru tey bæði vát og fryst, sum hann tekur til.

 

Hann vísir á, at fólkin høvdu søkt lívd á einari oyggj.

 

- Tey vórðu tikin upp í tyrluna og flogin á sjúkrahúsið í Aasiat. Tey hava tað gott. Átakið eydnaðist við góðum samstarvi millum Arktisk Kommando, Tele-Post, Air Greenland og løgregluna, leggur vaktleiðarin aftrat.

 

Við Sermitsiaq sigur Brian Thomsen seg ikki vita, hví tey fýra fólkini komu í trupulleikar, tá tey vóru jollutúr, og noyddust at biðja um hjálp.

 

- Men, vit fara at taka eitt prát við tey um tilburðin, sigur vaktleiðarin.

 

 

 

 

 

Myndin, sum er úr Grønlandi, er tilvildarlig.