Svínakrím
Sosialurin/Rás2
Rógvi Nybo/Eyðun Klakstein
rogvi@sosialurin.fo / eydun@ras2.fo
Høgni Debes Joensen, landslækni, segði við Rás 2 í gjár, at higartil hevur H1N1 beinkrímið ikki verið verri enn tær vanligu influensurnar.
- 8 tilburðurin av H1N1 kríminum eru skrásettir í Danmark, men í Føroyum hevur eingin tilburður verið, og eingin hevur boðað frá við illgruna um nakran tilburð, segði Høgni Debes Joensen.
- Vit eru bert 1/100 av fólkatalinum í Danmark, og har hava tey bert havt 8 tilburðir, so tað er ikki so løgið, at vit ikki hava fingið krímið hendan vegin enn, greiddi landslæknin frá.
Hann heldur tó, at tað er ov tíðliga at avblása tilbúgvingina, sum varð sett í verk í sambandi við H1N1 síðst í apríl mánaði.
- Vit eru í einari byrjanarfasu, og vit vita ikki, um H1N1 kann fara at breiða seg meira ella tað fer at hasa av, og tí fylgja við framhaldandi gongdini og halda fast við tær vegleiðinar, sum vit góvu í apríl, segði Høgni Debes Joensen við Rás 2.