Fylgisveinur rakar jørðina

Ein stórur amerikanskur fylgisveinur fer at detta niður á jørðina í byrjanini av mars mánaði. Vraklutir og vandamikið brennievni fara at verða spjødd um eitt stórt øki, vænta serfrøðingar.

Fylgisveinurin hevur navnið US193, og talan er um ein hernaðarligan fylgisvein, sum ehvur sveimað yvir jørðini síðani 2006. Enn er óvist, hvar á jørðini, fylgisveinurin fer at detta niður.