Hetta ikki eitt forboð, sum vit kunnu handhevjað. Tað staðfestir Michael Boolsen, fúti. Fyribils gongur ikki sum ætlað at forða stórum lastbilum at koyra ígjøgnum Havnina um náttina.
Týsdagin setti býráðið skelti upp, sum bannaði koyring við stórum lastbilum í gjøgnum Havnina um náttina. Fremsta orsøkin til tað er at forða fyri, grótflutninginum av Gomlurætt til Runavíkar um náttina, tí havnarfólk hava klagað um, at tey fáa ikki náttarfrið fyri larmi og ristingum frá stórum lastbilum.
Men tað skelti ávirkaði ikki grótflutningin, tí bilførararnir koyrdu sum vant. Í fyrstu atløgu var niðurstøðan, at skeltið var skeivt. Tað bannaði nevniliga bara koyring við lastbilum við viðfestisvogni, og tað var tað ikki talan um í hesum føri.
Síðani varð skelti broytt, soleiðis at tað bara vísir eitt forboð fyri at koyra við lastbili - men heldur ikki tað hevur gjørt mun. Sum vit skrivaðu í áðni hava lastbilar koyrt í nátt sum vanligt – og at tað er eingin av bilførarunum, sum hava fingið bót.
Og tað er av góðum orsøkum, at eingin bilførari hevur fingið bót, tí fútin ger púra greitt fyri okkum, at hetta er eitt forboð, løgreglan ikki kann handhevja. Fútin sigur nevniliga, at samsvar er ikki ímillum høvuðsskeltið um forboð fyri at koyra við lastbilum yvir 26 tons, og undirskeltinum sum sigur, at forboðið er bara galdandi um náttina og sunnudagar. Tí fær løgreglan heldur ikki gjørt nakað við tað.
Fútin sigur, at tað er í stríð við kunngerðina um vegamerkingar at seta tíðaravmarkingar á slík forboð. Eitt slíkt forboð fyri at koyra við lastbilum yvir 26 tons, kann bara fevna um alla koyring, bæði um náttina og um dagin. Sostatt er tað ikki í samsvari við kunngerðina at siga, at tað bara er um náttina, og sunnudagar, at tað er ólógligt, sigur fútin.
Hann sigur annars, at slík skelti kunnu bara setast upp í samráð við løgregluna, men eru løgregla og kommuna ikki samd, er tað landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jørgen Niclasen, sum er kærumyndugleikin og hevur evsta orðið.