Funnu nógv meiri burturkast í ár enn í fjør

Úrslitið á Skála loypur í eyguni, men tað er ein serlig orsøk til tað

 

Tilsamans vórðu 28,226,4 tons av burturkasti tikin upp kring landið á landsumfatandi ruddingardegnum 21. september.

Tað er endaliga úrslitið, nú alt er talt upp, siga tey í bólkinum, sum kallar seg Rudda Føroyar.

Hetta er væl meiri enn í fjør, tá ið 22 tons av burturkastið vórðu tikin upp.

 

##med2##

Ása Jóhanna Pólsdóttir, sum er ein av fyrreikarunum, sigur, at summastaðni er nógv gamalt burturkast frá vinniligum virksemi, men sum eingin vil taka ábyrgdina av longur.

Men skal hon tosa um vanligt, gerandis burturkast, sigur hon, at tey hava tikið ótrúliga nógvar sigarettstubbar upp.

Hon hevur varhugan av, at fólk kanska halda, at sigarettstubbar eru óskaðiligir, tí teir eru so lítlir. Men hon sigur, at í roynd og veru er rættiliga nógv mikroplast í munnstykkjunum, so tað er als ikki óskaðiligt fyri náttúruna.

 

##med3##

Somuleiðis hevur hon varhugan av, at fólk framvegis brúka tey gomlu dumpingarplássini, sum vóru runt umkring fyrr í tíðini, men sum langt síðani eru niðurløgd. Á einum av hesum gomlu dumpingarplássunum, á Langaregni á Streymoy var ein vaskimaskina, og annað, tikið upp

Annars er tað rættiliga ymiskt, hvussu nógv burturkast er tikið upp ymsastaðni. Men tað loypur í eyguni, at heili 10,3 tons av burturkasti varð rudda burtur á Skálafirði og tað er nógvar ferðir meiri enn nakra aðrastaðni.

Men forkláringin er, at tað mesta av tí var jarn, og og tað telur nógv, tá ið tað skal vigast.

 

##med4##

 

Annars var úrslitið kring landið hetta:

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík ruddaði 230 kilo. 
Tekniski skúli í Klaksvík ruddaði 120 kilo. 
Klaksvíkar kommuna ruddaði 700 kilo. 
Hiddenfjord ruddaði 7.244 kilo í Miðvági, á Velbastað, í Vestmanna og í Sørvági 
Skótarnir í Fuglafirði ruddaðu 106 kilo.
Landsverk og Tunlafelagið ruddaðu 34,7 kilo í Norðskálatunlinum, Kaldbakstunlinum, Hovstunlinum og Norðoyartunlinum
Heiðafelagið í Miðvági ruddaði 200 kilo. 
Skúlin við Løgmannabreyt, har 400 børn og vaksin vóru við, ruddaðu frá 16. september til og við 20. September og Sjódypp, Umhvørvisstovan og KFUK skótarnir í Havn ruddaði eisini.

 

##med5##


Privatfólk ruddaðu eisini, og úrslitið av tí var hetta:

Argir, Kollafjørður, Hoyvík: 800 kilo.
Nólsoy: 1.000 kilo.
Langaregn: 1.640 kilo.
Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur: 462 kilo. 
Funningsfjørður: 2.200 kilo.
Skála: 10.320 kilo.
Streymnes: 2.000 kilo.
Tvøroyri: 900 kilo.
Sumba: 217 kilo. 
Og annars hava onnur kring ruddað 277,7 kilo. 

 

##med6##

Fyriskipararnir siga, at tilsamans vóru 1.101 fólk tilmeldað, bæði privatfólk og arbeiðspláss. 
Ruddað varð bæði á sjógvi og á landi og, men inn ímillum tóku tey sær eisini stundir at hugna sær við einum drekkamunni, sodavatni og onkrum aftur við til matna

Tað er longu ásett, at næsta ár verður ruddingadagurin 19. september.

 

##med7##