Funnu líkini av fýra kvinnum

Amerikanska løgreglan hevur sent fleiri fólk at leita á einari fjarskotnari strond á Long Island í statinum New York, eftir at líkini av fýra kvinnum eru funnin har teir seinastu dagarnar.

Tað fyrsta líkið varð funnið millum nakrar runnar leygardagin, og tá løgreglan sendi fólk at kanna økið mánadagin, vórðu trý lík funnin afturat. Í øllum trimum førunum er talan um kvinnur, sum eru myrdar, men løgreglan heldur, at tær eru myrdar onkra aðrastaðni, og at drápsmaðurin síðani hevur flutt líkini út á strondina á Long Island.

Richard Dormer, løgregluovasti, sigur, at tað er neyvan tilvildarligt, at fýra lík liggja á somu strond, men at hetta helst ber boð um, at sami maður hevur myrt allar fýra kvinnurnar.

New York Times skrivar, at tær fýra kvinnurnar helst vóru skøkjur, og at drápsmaðurin er komin í samband við tær ígjøgnum internetið.