Fólkaflokkurin, og serliga vágatingmaðurin hjá flokkinum, Jóanis Nielsen, fekk einki burturúr fundinum við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin. Jóanis Nielsen hevði annars undan fundinum vónir um, at fundurin fór at geva ábendingar um, hvussu tað ber til at broyta prísin fyri at koyra undir Vestmannasund, tá fasta sambandið verður tikið í nýtslu 10.desember.
Men nú Jóanis Nielsen, saman við restina av Fólkaflokkinum, hevur verið á fundi við P/F Vágatunnilin, kann hann bara staðfesta, at leiðslan í partafelagnum stendur við sítt.
- Eg haldi, at leiðslan fyri P/F Vágatunnilin á fundinum fekk greitt at vita, hvar vit halda um prísin. Men leiðslan vardi sína avgerð, og tí meti eg ikki, at vit í dag eru komin nærri eini loysn, so prísurin kann broytast, staðfestir Jóanis Nielsen.
Sjálvur heldur Fólkaflokstingmaðurin úr Vágum, at allir flokkar áttu at biðið um fund við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin fyri á tann hátt at royna at ávirka leiðsluna at endurskoða sína avgerð um ásetan av prísi.
Biðið um fund við løgmann
Jóanis Nielsen sigur, at hann nú hevur biðið um fund við Anfinn Kallsberg, løgmann, fyri at finna út av, hvussu til ber at koma víðari við málinum.
- Endamálið við at tosa við løgmann er at fáa málið umrøtt í samgonguni, so vit saman finna eina loysn á, hvussu til ber at broyta prísin fyri at koyra undir Vestmannasund. Koma vit ikki víðari við málinum í samgonguni, so liggur eitt uppskot frá mær sjálvum og Marjus Dam klárt at leggja fyri løgtingið, sigur Jóanis Nielsen. Uppskotið frá vágatingmonnunum snýr seg í stuttum um at flyta raksturin av tunnlinum úr P/F Vágatunnilin yvir í landskassan, fyri tann hátt at minka um útreiðslurnar hjá partafelagnum.
Jóanis Nielsen sigur, at málið hevur skund, tí ein loysn skal finnast, áðrenn tunnilin letur upp, tann 10.desember.