Fundur um kvinnur í politikki

At fáa fleiri kvinnur í politikk er evnið á fundi, sum verður í Havn í kvøld Í kvøld kl. 19.30 verður almennur fundur í Losjuni í Havn, Tinghúsvegi 18, um kvinnur í politikk.

Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at ásannandi, at ov fáar kvinnur eru í politikki - einans 3 kvinnur hava sæti í løgtinginum, og eingin kvinna er í landsstýrinum - hevur Javnstøðunevndin arbeitt við ymsum uppskotum, ið kunnu stimbra undir gongdina at fáa fleiri kvinnur at luttaka í landspolitikki.

Á fundinum fer formaðurin í Javnstøðunevndini, Kári á Rógvi, løgfrøðingur, at greiða frá uppskoti/hugskoti, sum kann vera við til at fáa betri javnvág millum kvinnur og menn í politiska arbeiðinum í løgtinginum.

Eftir framløguna verður høvi til at seta spurningar og gera viðmerkingar.

Fundarstjóri verður Solby Eliasen, útvarpskvinna.

Umrøddu uppskot/hugskot kunnu lesast her á www.javnratt.fo, undir Ársfrágreiðing 2006.

Aftanfyri tiltakið standa:

Javnaðarflokkurin

Sambandsflokkurin

Tjóðveldisflokkurin

Fólkaflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin