Fullveldi um fimm ár

Heini O. Heinesen heldur, at landsstýrið í nýggju sjálvstýrisuppskriftini eigur at seta sær sum mál at staðfesta Føroyar sum fullveldi í 2006

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins, Heini O. Heinesen, trýr uppá, at tað fer at bera til at staðfesta Føroyar sum fullveldi eftir nýggja leistininum, sum samgongan hevur lagt fyri sjálvstýristilgongdina.

Harafturat roknar Heini O. Heinsen við, at tað fer at bera til at staðfesta fullveldið skjótari enn fleiri vænta eftir hesum leistinum. Hann sær ár 2006 sum eitt lyklaár í tilgongdini. Hetta árið roknar hann við, at tað fer at eydnast at staðfesta Føroyar sum eitt fullveldisríki.

Hetta er eisini nakað, sum Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram seinastu dagarnar, meðan samgongan hevur sitið og samráðst um nýggja sjálvstýtrisleistin, sum einaferð skal enda við føroyskum fullveldi.

Men restin av samgonguni hevur ikki ynskt at staðfesta hetta árið sum eitt evstamark.

? Semja er altíð ein slakan á ein ella annan hátt. Tað vita vit av. Men eg vænti kortini, at tað fer at bera til at fáa fullveldi eftir hesum leistinum, sigur Heini O. Heinesen.


Taka yvir í heimastýrinum

Heini O. Heinesen er ein limunum í Tjóðveldisflokkinum, sum ídnast hevur víst á, at heimastýrislógin sambært Alf Ross bert er ein delegatión frá dønum, og at yvirtøka av málsøkjum innan heimastýrislógina tískil ikki er nøkur yvirtøka, tí danir altíð kunnu taka hana aftur ella seta okkum undir umsiting.

Men Heini O. Heinesen heldur kortini, at tað er rætt av landsstýrinum at hava lagt eina ætlan, ið sigur, at vit skulu tøma heimastýrislógina við at taka yvir málsøki eftir henni, til eingi eru eftir at yvirtaka.

? Tað hevur ikki eydanst okkum at fáa í lag ta avtaluna við danir, sum vit vildu. Tí mugu vit royna eina aðra loysn, ið hevur betur møguleika at fáa undirtøku. Men við Nyrup er tað soleiðis, at tað ikki er vist, at hann fer at taka undir við hesari ætlanini heldur, sigur Heini O. Heinesen.

Formaðurin í tingbólki Tjóðveldisfloksins vísir á, at politiska støðan er farin at líkjast ógvuliga nógv støðuni í 1946, og tí heldur hann tað vera umráðandi at finna loysnir, ið kunnu gera, at støðan ikki endar sum í 1946. Ein møguleika fyri hesum metir hann nýggju avtaluna hjá samgonguni vera.


Fólkatkvøðu í rygginum

Heini O. Heinesen heldur tærri fyrru av báðum fólkaatkvøðunum í nýggju ætlanini vera sera umráðandi. Tí eftir hansara tykki, er tað hendan fólkatkvøðan, ið kann styrkja landsstýrið mótvegis donsku stjórnini.

? Ein yvirtøka eftir heimastýrislógini er sum so einki verd. Men við eini fólkaatkvøðu í rygginum, sum stuðlar politikkinum hjá landsstýrinum, kann landsstýrið yvirtaka málsøki eftir heimastýrisskipanini til einki er eftir, og vit tískil fáa fullveldi, uttan at danska stjórnin kann gera nakað, sigur Heini O. Heinesen.

Tískil heldur Heini O. Heinesen, at nýggja ætlanin er góð, tá hugsað verður um, at partarnir hava verið ósamdir um, hvussu hon skuldi skipast.

? Men eg haldi, at tað var skeivt av Fólkaflokkinum at fara og fríggja til Javnaðarflokkin beinan vegin fyrsta ætlanin miseydnaðist, sigur Heini O. Heinesen.