Fuglafjørður er ein kendur mentanarbýur, og komandi dagarnar verður hetta sligið fæst við sjeytummaseymi.
Frá leygardegnum 15. september til sunnudagin 23. september verður ein stórfingin mentanarvika í Fuglafirði, har mentafólk í Fuglafirði og mentafólk frá øðrum støðum í Føroyum og uttan úr heimi fær at sýna fram og framføra í ymiskum hølum í Fuglafirði.
Kristina Toftegaard Larsen, sum er forkvinna í mentanarnevndini í Fuglafjarðar Kommunu væntar, at mentanarvikan verður ein góð branding av býnum, og at mentanarvikan eisini kann vísa fremmandafólki, at í Fuglafirði er gott at búgva, og gott at virka.
Morgunsendingin hjá Rás2 hevði eitt prát við Kristinu Toftegaard Larsen fyrrapartin, sum kann hoyrast niðast á síðuni.