Fótbóltssambandið hevur í skrivi boðað frá, at steypafinlan og hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið eru fluttar. Hetta tí útsetti dysturin millum B71 og HB ikki kann spælast fyrr enn 22. septembur.
Sagt verður, at Kappingarnevndin hjá FSF í dag hevur avgjørt, at áseta fyrru hálvfinalurnar 20. og 21. novembur, og seinnu hálvfinalurnar verða 27. og 28. novembur. Steypafinalan verður 4. desembur.
– Broytingarnar eru gjørdar, tí dystir fyrr í ár eru blivnir útsettir av Koronu, broyting í ferðaætlan hjá SSL, og til seinast vegna luttøku í Evropa. Summar broytingar viðføra, at aðrir dystir mugu flytast ein dag vegna hvílitíð, skrivar Fótbóltssambandið.
HB skal hóskvøldið spæla í Ísrael.