Venjarar, liðformenn og journalistar hava greitt atkvøðu og halda, at Fróði Benjaminsen er landsins besti miðvallarleikari.
35 ára gamli Fróði er liðformaður hjá HB og á føroyska fótbóltslandsliðnum, og týdningur hansara fyri bæði felagið og landsliðið er ovurhondsstórur.
- Hetta er altíð stuttligt. Eg eri sjálvandi mest glaður fyri, at vit eru meistarar, men hetta kunnu vit kalla krúnuna á verkið hjá mær, segði Fróði Benjaminsen.
Fróði Benjaminsen vann kappingina um at gerast Ársins miðvallari frammanfyri liðfelagarnar í bæði HB og á landsliðnum, Christian Restorff Mouritsen og Símun Samuelsen.
Í fjør var tað ein annar HB'ari, sum gjørdist Ársins miðvallari. Tað var Hallur Hansson.
Á hesari leinkjuni sæst løtan, tá Fróði Benjaminsen og Fríðrun Danielsen vóru heiðraði, sum ársins miðvallarar: http://www.youtube.com/watch?v=3DZUZFRE3Lg&feature=youtu.be