Hóast listamaðurin Frits Johannesen ikki er nakar ársungi, feilar hansara listarliga forvitni onki. Heldur tvørturímóti. Lyndsliga gevur nýggja framsýningin hjá Frits í Listaglugganum mest sum fatan av einum kátum, sprelllivandi og eitt sindur frekum unglinga, sum kastar seg út, har hann ikki ánar, um hann grynnir. Men Frits grynnir, tí listarliga dirvið liggur her í hondini á einum við drúgvum royndum.
Upp í hæddirnar
Alskurin til Blábjørg í Fuglafirði er eftirhondini vorðin eitt av eyðkennunum við listini hjá Frits Johannesen. Og hjá teimum, sum hava fylgt listamanninum, ber næstan ikki til longur at hyggja at Blábjørgum uttan at halda seg hóma "Snjósóljugentuna" hjá Frits. Neyvan hevur hann vrakað hana heilt, men hesuferð hevur ein mótadrotning tikið hennara pláss. Flott og høg stendur hon har við Blábjørgum í baksýni uppi á Manni og breiðir armarmar eitt sindur út.
- Hatta er ein dáma, sum veit hvat hon vil - og her skal ongin koma og taka hennara Mann, sigur Frits Johannesen og greiðir nærri frá myndini.
- Eg fekk íblásturin til hesa myndina á eini mótasýning hjá Guðrun og Guðrun, har eg gjørdist serliga hugtikin av mynstrunum, sum ofta ganga aftur í rondunum og kantunum á teirra pløggum. Hesi skapini eru so at siga vorðin skriftmálið í myndini, fortelur Frits.
Og tað er kanska ikki so torført at skilja, hví júst hesi rútaskapini fingu pláss á myndum hjá Frits. Í fleiri mátar leggja tey seg nevniliga tætt at reindyrkaðu flatuni og optisku listini, sum hevur verið ein støðugur íblástur hjá Frits Johannesen í mong ár.
At mótadrottningin eisini er sera høg, fær hana bara at hóska enn betri inn í myndamálið hjá Fritsi, ið leingi hevur endurspeglað eina fasinatión av hægstu hæddum, sonevndu suprematismuna.
Niður á jørðina
Men Frits Johannesen dugir eisini at koma niður á jørðina aftur, bæði so og so. Í myndini "Síðsta fólkið fer úr Mykinesi" er huglagið meir dapurt. Myndin er ein sonevnd pastisja, ella vit kunnu eisini kalla tað 'eitt prát' við eina røð av kendum Mikinesmálingum. Hóast eyðkennini frá S.J. Mikines ikki eru at taka feil av, er myndin í allar mátar Fritsa egna. Og hjá honum fær deyðin, ið er allastaðni, sítt egna lív í skapi av eini knallreyðari song mitt í myndini, har onkur kanska, kanska ikki liggur til at doyggja.
Eisini aðrar føroyskar ikonir daga fram á myndunum hjá Frits Johannesen í Listaglugganum. Millum annað Rinkusteinarnir, men ikki sum vit vanliga síggja ella avmynda teir. Hjá Fritsi eru Rinkusteinarnir onki minni enn flottastu skulpturar við skørpum kantum og einum serligu skuggaspæli, sum fær teg at hyggja at elligomlu steinunum við heilt nýggjum eygum.
Spælandi og forvitna tilgongdin hja Fritsi ger uttan iva sítt til, at hann ongantíð hoknar undir gomlum føroyskum listasiðvenjum - hvørki tá hann lænir frá tí stóra Mikines ella tá hannfær fram tað stóra í ikki bara smáum men entá hálvum føroyskum húsaskjøldrum.
FAKTA
Frits í Listaglugganum.
Framsýningin letur upp leygardagin 6. desember klokkan 15.
Við á framsýningini eru á leið 25 heilt nýggir málningar umframt nakrar tekningar
Framsýningin verður at síggja alla komandi viku
Myndir 1
Eina løtu hevur ein modell hjá Guðrun & Guðrun tikið plássi hjá "Snjósóljugentini" uppi á Manni í Fuglafirði
3
Málningurin "Síðsta fólkið fer úr Mykinesi" er eitt tankavekjandi "prát" við eina røð av kendum Mikines-málningum
2
Húsaskjøldrar, serliga í hálvum líki, hava altíð hugtikið listamannin Frits Johannesen