Fríkendur fyri stuldur av vínfløskum

Ein miðaldrandi maður møtti í Føroya rætti mánadagin, ákærdur fyri at hava stolið fimm vínfløskur frá einum útlendingi.

 

Útlendingurin var í Føroyum í samband við ein barnadóp, men meðan dópur var í kirkjuni, hevði ákærdi brotið seg inn í veitsluhøli og var farin avstað við nøkrum vínfløskum. So segði í øllum førum ákæruritið.

 

Maðurin noktaði seg sekan. Hann váttaði, at hann hevði verið í økinum, men hevði einans gingið fram við veitsluhølinum, á veg heim. Uttan fyri veitsluhøli hevði hann prátað við eina unga kvinnu, men hann hevði hvørki verið inni í veitsluhølinum ella tikið haðani.

 

Frágreiðing mansins var ikki heilt í tráð við tað, sum stóð at lesa í løgreglufrágreiðingini frá avhoyinum av manninum, men av tí, at ákærdi ikki hevði undirskrivað frágreiðingina, kundi hon ikki brúkast sum grundarlag í rættinum, tá maðurin nú fortaldi eina aðra søgu.

 

Unga kvinnan, sum maðurin hevði tosað við uttan fyri veitsluhøli, møtti sum vitni í málinum. Hon mintist ei heldur nakað til, at hann hevði havt nakrar vínfløskur hjá sær ella nakran posa við vínfløskum.

 

Órættaði útlendingurin var eisini innkallaður sum vitni, men møtti ikki upp. Ákærin ásannaði tí, at prógvini vóru ikki nóg góð og grundarlagið undir málinum ov tunt til, at ákærdi kundi dømast og bað tí dómaran fríkenna mannin, sum dómarin so gjørdi.