- Vit hava havt nógv at gjørt, men tað hevur verið talan um smáttaríir, sigur vakthavandi á politistøðini, nú ólavsøkan er hálvrunnin. Síðani eftir miðdag í gjár til nú hevur løgreglan í 13 førum verið úti og tikið full fólk upp. Tveir persónar hava sovið rúsin av sær á politistøðini, onkur er koyrdur til hús, meðan tað hjá øðrum hevur verið nóg mikið at vakt tey aftur.
Løgreglan var tó boðsend til eitt skeinkistað, tá hesi lukkaði í nátt. Tveir unglingar vóru vorðnir nakað ónøgdir um eitthvørt, og høvdu verið so mikið hóttandi, at løgreglan varð boðsend. Teir sissaðu seg tó tá løgrelgan kom á staðið, men teir verða so sujldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.
Annars var eitt minni ferðsluóhapp í vesturbýnum beint eftir miðnátt, tá ein eldri kona rendi á ein parkeraðan bil. Tað stóðst bert smávegis skaði av. Konan fekk tó smærri snuddir, og løgreglan kundi staðfesta, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
- Nógv fólk var í býnum, men alt gekk sum nevnt friðarliga fyri seg, og tá nógva regnið kom, tyntist skjótt út í mannamúgvuni, og út á morgunin var mest sum menniskjatómt í Havnar gøtum, sigur vakthavandi á politistøðini.