Frederiksen ætlar ikki í orðadrátt við Trump

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevur ongar ætlanir um at enda í einum orðadrátti við amerikanska forsetan Donald Trump, aftaná at hann farnu nátt avlýsti almennu vitjanina til Danmarkar fyrst í september. Tað skrivar Danmark Radio.

- Eg havi ongan tørv yvirhøvur at enda í einum orðadrátti við nakran. Heldur ikki við amerikanska forsetan, segði Mette Frederiksen, tá hon í kvøld bleiv spurd um seinastu viðmerkingarnar hjá amerikanska forsetanum.

Viðmerkingin hjá danska forsætisráðharranum kemur í kjalarvørrinum av, at Donald Trump hevur funnist at útsøgnunum hjá Mette Frederiksen um áhugan hjá USA at keypa Grønland.

- Danmark, eg gleði meg at fara. Men útsøgnin hjá forsætisráðharranum, at tað var eitt absurd hugskot, var ódámlig. Eg haldi, at tað var ein óhóskandi útsøgn. Tað einasta, ið henni nýttist at gera, var at siga "nei, vit eru ikki áhugað," segði forsetin við amerikanskar fjølmiðlar.

Mette Frederiksen er tó als ikki samd í atfinningunum hjá forsetanum, men heldur upp á, at hon gav eitt pent svar til leysasøgurnar um eitt møguligt keyp av Grønland.

- Eg haldi at vit frá danskari síðu góvu eitt pent svar. Grønlendski landsstýrisformaðurin Kim Kielsen hevur eisini gjørt greitt, at Grønland er ikki til sølu, og tað er ein støða, ið eg eri samd við honum í, sigur forsætisráðharrin.

Eftir ætlan skuldi Donald Trump vera í Danmark 2. og 3. september. Undir vitjanini skuldi forsetin millum annað á fund við Aksel V. Johannesen, løgmann.