NAVNALÓGIN
Eftir nógv rok í seinastu tingsetu vendi navnalóggáva aftur til Føroya Løgting mikudagin. Málið um endurskoðan av navnalóggávuni fekk eina mærgháttliga vend í seinastu tingsetu, tá partar av rættarnevndina av sínum eintingum settu egið uppskot fram fyri tingi, eftir at landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, hevði tikið sítt uppskot aftur.
Løgtingið samtyki eina broyting í navnalóggávuni, t.e. løgtinslóg nr. 41 frá 26. mars 2002.
Í henni finna vit hesa orðingina:
Stk. 4. Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um undantøk.
Høgni Hoydal hevur seinni gjørt hesa kunngerð, og hon er at finna í heilum líki aðrastaðni á síðuni.
Tað er hesa kunngerð, ið Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fòlkaflokkin, heldur verið skeiva í mun til lógina, og hann setti tí fram fylgjandi fyrispurning:
1.Nær fer landsstýrismaðurin at broyta kunngerðina um uppkalling, so hon lýsir hugtakið, "í ættini" eftir vilja Løgtingsins og samsvarandi føroyskari mentan?
2.Hvørji málvísindalig fyrilit nýtir navnanevndin, tá ið hon avger, hvørji nøvn koma á tann góðkenda navnalistan? Hví eru t.d. mannfólkanøvnini, Olaf og Oluf ikki á listanum, tá ið konufólkanavnið, Oluffa, er?
Høgni Hoydal vísti í síni svari á, at hann onkar ætlanir hevur um at broyta verandi kunngerð. Hann helt tað vera sera trupult at umsita var orðaljóðið øðrvísi, og Høgni Hoydal víst eisini á, at tað ikki vóru nakrar viðmerkingar í lógina, sum greitt vístu, at mann vildi hava orðaljóðið øðrvísi.
?Samanumtikið kann sigast, at kunngerðin er gjørd soleiðis, at gjørligt verður at umsita lógina sambært meginregluni og teimum endamálum, sum lógin um fólkanøvn er bygd á. Sum øll viðgerðin í Løgtinginum og í rættarnevndini, sum leiddi til núgaldandi lóg, vísti á, so er neyðugt, at lógin kann umsitast eftir so greiðum reglum sum gjørligt. Hetta til tess at rættartrygdin hjá borgarunum gerst betri, segði Høgni Hoydal millum annað í sínum svari.
? Verður undantakið strekt enn longur út í ættina, og kravið í kunngerðini um beinleiðis uppkalling slept soleiðis, at loyvi verður givið til at uppkalla upp á tvørs av kynum, eins og í dømi 3 hjá spyrjaranum, ber ikki longur til á greiðan hátt at kanna eftir, um tað snýr seg um uppkalling. Avleiðingin hevði verið, at nærum ongin regulering var eftir á økinum, og tá vildi undantak blivið meginregla, og kunngerðin hevði eisini ligið uttan fyri heimildarásetingina, tá henda má haldast saman við meginregluni í lógini.
Landsstýrismaðurin metir seg tí hvørki hava avmarkað ella broytt lógina, eins og spyrjarin tekur til, men hinvegin at hava ásett lógarheimilaðar reglur um undantak, sum kunnu umsitast á ein skilagóðan hátt ? uttan at farið verður út um heimildarásetingina í lógini, sigur Høgni Hoydal.
Svarið til seinna partin av fyrispurninginum var heldur meira ógreitt, tí torført var at fáa greiðu á støðuni hjá øllum málfrøðingum, sum tað varð víst í skrivi frá málnevndini.
Jógvan á Lakjuni segði eftir at fyrispurningurin varð svaraður í tinginum, at hann helt, at orðaskiftið hevði lýst málið rímiliga væl.
?Tað vísir seg, at hetta málið liggur nógvum fólkum sera nær. Eftir mínum tykki skuldi tað verið loyvt at kalla upp á annan hátt, enn tað stendur í kunngerðini, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vil ikki gera málið til eitt samgongumál. Hann metir heldur, at talan er um eitt alment mál, har nógv sjónarmið eru. Sjálvur er Jógvan á Lakjuni ikki í iva um, at hann lógin eigur at verða gjørd meira frísinnað.
Tað er tó ógreitt, hvørja fylgjur orðaskiftið í sambandi við fyrispurning fær.