Framvegis nógv fólk gíslar í Mumbai

Indisku myndugleikarnir siga, at yvirgangsmenn hava millum 100 og 200 fólk gíslar á einum hotelli Yvirgangsmenninir, sum tóku seg inn á hotellinum Trident-Oberoi í Mumbai í gjárkvøldið, eru har framvegis, og sambært indisku myndugleikunum hava teir tikið millum 100 og 200 fólk gíslar.

Reuters skrivaði í morgun, at ein spreinging hevði verið inni á hotellinum.

Hildið verður, at millum 10 og 12 yvirgangsmenn eru inni á hotellinum. Tað ljóðar, at teir vilja hava fleiri víðgongdar muslimar úr indiskum fongslum.