Framvegis minni valluttøka á Toftum

Klokkan 16.30 høvdu 385 fólk verið á vali á Toftum, og tað er væl minni enn á seinasta løgtingsvali.

Á middegi í dag høvdu 142 fólk greitt atkvøðu í Nes kommunu, og tað var nakað minni enn á middegi á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðan, sum var hildið leygardagin 29. oktober í 2011.

 

Klokkan 14 í dag høvdu 215 fólk greitt atkvøðu, og tað var 24,60% av teimum, sum hava valrætt í Nes kommunu í dag. Somu tíð á løgtingsvalinum seinast høvdu 247 fólk greitt atkvøðu.

 

At valluttøkan hevur verið minni í Nes kommu í allan dag enn á leygardagsvalinum fyri fýra árum síðan, sást eisini aftur, tá talt varð upp klokkan 16.30 í dag.

 

Tá høvdu 385 fólk verið á vali, sum er 44,01% av veljarunum. Klokkan 16.30 á valinum fyri fýra árum síðan høvdu tilsamans 465 fólk greitt atkvøðu, sum tá svaraði til 54,64% av veljarunum.

 

Samlaða valluttøkan á løgtingsvalinum hin 29. oktober í 2011 var 87,78%

 

Nú verður spennandi at síggja, hvussu valluttøkan verður, sum kvøldið gongur, og til valhølini lata aftur klokkan 20 í kvøld.