Framsókn yvirhálar Fólkaflokkin í Havn

- og tað er skrædl hjá Fólkaflokkinum í Havn

Nú eru gott og væl 90 prosent av atkvøðunum taldar upp í Havn og tað vísir, at Framsókn hevur eina stóra framgongd. Hann fær 12,9 prosent av atkvøðunum og tað er ein framgongd upp á 4,6 prosentstig. Sostatt er Framsókn nú størri enn Fólkaflokkurin í Havn, tí hann hevur eitt sera vánaligt val og fær bara 10 prosent av atkvøðunum í Havn og tað er ein afturgongd upp á yvir seks prosent

 

Sambandsflokkurin fær 15,5 prosent av atkvøðunum í Havn, tað er ein afturgongd upp á 0,9 prosent.

 

Sjálvstýri stendur í stað og fær 1,4 prosent og Tjóðveldi fær 23,1 prosent og tað er ein afturgongd upp á 0,9 prosentstig

 

Miðflokkurin fær 5,7 prosent og tað er 0,65 prosent í framgongd.

 

##med2##