? Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava munandi meira í felag við fiskivinnupolitikkin hjá Framsókn enn eitt nú Fólkaflokkurin.
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn, í svari til Jákup Mikkelsen, sum á Portalinum fríggjadagin fanst at Poul Michelsen og Framsókn fyri at reka ein politikk, sum leggur fleiri byrðar á vinnulívið.
- Eg haldi ikki, at tað er skeivt, tá eg sigi, at Fólkaflokkurin hevur stjórnað førda fiskivinnupolitikkinum hesi nógvu seinastu árini. Alt ov stór veiðiorka toytir fiskastovnarnar, lítla virðing fyri lívfrøðiliga grundarlagnum, og treytaleysa stuðulsjáttan til rakstur, hevur máað støðið undan øllum lønsemi í fiskivinnuni, sigur Poul Michelsen.
Hann vísir á, at tað var Fólkaflokkurin, sum uppfann tilfeingisgjaldið, sum flokkurin í fjør legði á fiskivinnuna við serligum tilfeingisskatti.
Poul Michelsen vísir á, at nú er makrelveiðan í ár ikki so avgerandi fyri langtíðarsemjuna. 2011 er eitt royndarár, har allar skipanirnar skulu fáa loyvi at royna seg. Og 1. oktober verður tikið samanum. So verður niðurstøðan skrivað inn í langtíðaravtaluna.
- Eg kundi hugsað mær, at fólk fóru inn á www.framsókn.fo og har finna har eina grein, sum eg skrivaði í fjør um makrelmálið. Greinin endar við, at heitt verður á vinnuna um at søkja møguleikarnar og ikki forðingarnar, sigur Poul Michelsen, sum ikki heldur, at landsstýrið er komið serliga væl frá býtinum av makreli fyri í ár.
- Beinleiðis skeivar avgerðir eru tiknar, sigur hann og vísir á, at landsstýrið hevur í høvuðsheitinum bara tryggjað nótaflotanum sín stóra part. Og nógv kann sigast um, hvussu rætt er farið fram her. Síðani hevur landsstýrið roynt at endurgoldið teimum, sum siga seg hava mist rættindi, orsakað av at vit onga strandalandaavtalu hava.
- Alt sum eitur royndarveiða, nýggir veiðihættir og virðisøking, er ringt at fáa eyga á í býtinum. Hetta er sera harmiligt, og er ein mótsøgn til sjálva grundgevingina hjá uttanlandsnevndini, at loyva royndarveiðu eftir 50.000 tons av makreli.
Poul Micehlsen sigur, at í avtaluni um fiskiskapin eftir makreli í ár er avtalað, at gjald skal takast fyri veiðirættindini.
- Fyri okkum í Framsókn er hetta onki krav. Vit ynskja ikki, at gjald skal leggjast á ta veiðu, sum verður avreidd í Føroyum, meðan veiða, landað uttanlands, skal hava serligar treytir og tá er gjald ein møguleiki. Hetta hava vit fingið við í avtaluna og við, tá eftirmetingin skal gerast. Vit eru eisini sera ivingarsom mótvegis uppboðssøluni ? hetta mest tí, at Tjóðveldi ikki enn hevur megnað at greiða frá, hvussu ein slík skal virka. Hetta kann bara prógvast við at royna eina slíka, og so síggja hvussu hetta spælir av, sigur Poul Michelsen.
Hann sigur, at Framsókn veit og virðir, at íløgur skulu gerast í fiskivinnuna, og at tryggleiki skal til, fyri at hesar skulu rentast og afturgjaldast.
- Eg haldi ikki, at fiskivinnan skal óttast fyri framtíðini. Tó eigur fiskivinnan at hugsa um, hvør vil fiskivinnuni væl, og hvør vil, at vinnan gerst lønandi, stuðulsfrí, fjølbroytt og burðardygg. Hesum haldi eg eisini fólk skulu hugsa um, tá tey fara á val næstu ferð, sigur Poul Michelsen.
Poul Michelsen sigur at enda, at Framsókn sær tíverri lítlar møguleikar í at samstarva við Fólkaflokkin um ein framtíðar fiskivinnupolitikk ? men vónandi kann hetta broytast.