Í føroysku vælferðarskipanini lyfta vit í felag. Vit rinda øll í felagskassan. Soleiðis kann samfelagið menna góðar og fakliga sterkar felagsskipanir, og vit velja ikki sjálvi, hvørjar skipanir vit vilja gjalda til.
Tí taka vit heldur ikki pengar úr felagskassanum, bara tí at vit ikki sjálvi hava tørv á einari tænastu. Ella tí at vit ikki vilja brúka hana. Í summum førum rinda vit fyri eina tænastu, vit ikki brúka. Summi brúka hana ongantíð, og summi brúka hana fleiri ferðir.
Barnagarðspláss er ein av teimum. Vit rinda í felag, so børnini kunnu fáa eitt pláss, tá tørvur er á tí. Soleiðis virkar felagsskapurin.
Verður tað hinvegin soleiðis, sum fleiri flokkar rógva upp undir, at ein partur av fólkinum skal kunna taka pengar úr felagskassanum, so verður felagsskipanin hótt. Tað verður sostatt dýrari fyri okkum onnur, og færri pengar verða eftir at menna fakliga støðið.
Í Føroyum lyfta vit solidariskt. Tí taki eg greiða frástøðu frá hugsanini um, at vit kunnu taka pengar úr felagskassanum og kalla tað at “peningurin fylgir barninum”. Heldur skulu pengarnir koma øllum børnum til góðar.
Í Føroyum hava vit frælsi til felagsskipanar og tað skal varðveitast.
X við René / Facebook
Javnaðarflokkurin












