Fríur innflutningur av narkotika til Føroyar!
Fyri tey allarflestu ljóðar hetta sum ein ræðumynd av teimum heilt stóru.
Men hetta kann skjótt gerast tann beiski veruleiki í Føroyum, staðfestir Meinhard Gaardlykke, formaður í tænastumannafelagnum.
Hann sigur, at tað nýggja rákið, sum hevur tikið seg upp í almenna starvspolitikkinum, er ógvuliga vandamikið.
- Endamálið við almenna starvsfólkapolitikkinum er, at tað almenna fyri alt í verðini vil sleppa av við tann starvsbólkin, sum eitur tænastumenn.
Mett verður, at tænastumannaskipanin er alt ov stirvin og tí vil tað almenna sleppa av við tænastumenninar.
Men ein fyrimunur við tænastumonnum er, at teir hava ikki loyvi at fara í verkfall.
Men hendan tráðanin eftir at sleppa av við alt, sum eitur tænastumenn, hevur nú eisini rakt tolleftirlitið.
- Tollvaldið hevur akkurát nú søkt eftir tollarum, men tað stendur í lýsingini, at teir skulu ikki vera tænastumenn, men starvsmenn, sigur Meinhard Gaardlykke.
- Tað merkir, at stingur ósemja seg upp við arbeiðsgevaran, kunnu teir rætt og slætt fara í verkfall.
Hann sigur, at fyrr í ár varð eisini søkt eftir førara til ein hassjhund, men eisini hann skuldi vera starvsmaður.
Kortini varð lagt afturat, at søkti tænastumaður starvið, kundi hann halda fram sum tænastumaður.
Í tí førinum endaði tað við, at ein tænastumaður fekk starvið.
- Men hevði tað enda við, at ein starvsmaður varð settur, hevði tað ført við sær, at førarin hjá hassjhundinum kundi farið í verkfall og so var tað eftirlitið við innflutninginum av narkotika, eisini fokið.
Fríur innflutningur av narkotika
Formaðurin í Tænastumannafelag Føroya sigur, at heldur hendan gongdin fram, verður tað um nøkur ár, at allir tollararnir eru starvsmenn og so kann tolleftirlitið verða lagt lamið av verkfalli.
- Tað merkir, at so liggur alt landið púra nakið og víðopið fyri innflutningi av narkotika og øllum møguligum øðrum hugsandi og óhugsandi smugglaravørum.
Hann skilir ikki almenna politikkin á hesum øki. Hann heldur ikki, at myndugleikarnir kunnu vera so illa at sær komnir, at teir dúva upp á, at onkur annar starvsbólkur skal átaka sær arbeiðið hjá tollarunum, skuldi tað hent at teir fara í verkfall.
- Tað haldi eg er óhugsandi, tí tað hevur altíð verið eitt prinsipp, at ein starvsbólkur átekur sær ikki arbeiði, sum er rakt av verkfalli hjá einum øðrum starvsbólki, tí at bróta eitt verkfall er ímóti innastu prinsippunum í fakfelagsrørsluni.
Óhugsandi
Meinhard Gaardlykke hevur ikki so nógvar viðmerkingar til, at endamálið at sleppa av við tann starvsbólkin, sum eitur tænastumenn.
- Men prísurin er, at so kunnu starvsbólkarnir fara í verkfall og leggja samfelagið lamið
Og hann heldur kortini, at tað eru ávísir bólkar í samfelagnum, sum eru í eini so serligari støðu, at teir eiga at vera tænastumenn.
Ein av hesum bólkum eru tollararnir, tí hann heldur, at tað átti at verið óhugsandi, at tolleftirlitið verður lagt lamið í ein um verkfalli.
Hann spyr um nakar kundi hugsa sær, at løgreglan fór í verkfall. Hann spyr eisini um nakar kundi hugsa sær at lent við flúgvara á flogvøllinum í Kastrup, men at ongir tollarar vóru tí teir vóru í verkfalli.
Meinhard Gaardlykke sigur, at Felag Tænastumanna Landsins fer nú at gera myndugleikarnar varugar við teirra sjónarmið og at teir stúra fyri gongdini.
- Tað stendur í Tænastumannalógini, at teir skulu verja landsins virði og orsøkin til, at vit hava havt tænastumenn, er, at hóast alt annað í landinum liggur lamið í verkfalli, er tað altíð eitt minstamát av tænastum í samfelagnum, sum kortini skulu virka fyri at alt ikki skal fara fyri skeyti.
- Og at gera tollarar til starvsmenn, er ein tanki, sum er okkum ógvuliga fjarur, leggur hann afturat.
Vit hava í fleiri dagar roynt at fáa eina viðmerking frá leiðsluni á Tolli & Skatti, men tað hevur ikki borið til