Jákup Petersen
yvirlækni
????
Størsti kyksilvur professarin í heiminum finnur onki brek við børnunum.
Heimskendi og óiva størsti kyksilvurgranskarin nakrantíð Dr Thomas Clarkson, er professari og stjóri á instituttinum fyri umhørvis medisin á Rochester universitetinum í New York. Hann hevur verið limur í nógvum ráðleggingarnevndum hjá tíðandi amerikanskum stovnum so sum Environmental Protecton Agency (EPA), National Institutes of Health, Department of energy o.s.fr. Hevur doktaragradir á øðrum universitetum og hevur skrivað meira enn 300 vísindaligar ritgerðir.
Clarkson hevur leitt kyksilvurkanningar um allan heim seinastu 30 árini og hevur sinastu 20 árini leitt eina áhaldandi, vælskipaða, neyva og nógv respekteraða kanning á Seychellunum í Indiska havinum. 750 børn hava luttikið í kanningini og nógvar vísindiligar ritgerðir á høgum stigi eru skrivaðar um hesi børn. Tað sum er serliga áhugavert er, at mammurnar á Sey-chellunum í meðal høvdu 6,8 av kyksylvuri meðan tær føroysku bert høvdu 4,3.
Eftir at heimsins størstu kyksilvurgranskarar soleiðis í 20 ár hava kannað hesi børn á Seychellunum hava teir ikki funnið minsta brek sum kann skyldast kyksilvur! Seinasta ritgerð-in skrivað í januar mánaða í ár, stendur at lesa í Environ. Res. 2005 Jan;97(1):100-8, og har kann Dr. Clarkson enn einaferð staðfesta, at hesi børn eru púra frísk.
Danskur professari ger kyksilvurkanningar í Føroyum
Sum áður nevnt vísti føroyska kyksilvurkanningin hjá professara Dr. Philippe Granjean á Odense Universiteti heldur ikki nakað árin á føroysku børnini. Bert eftir at ávísar nógv umrøddar broytingar vóru gjørdar í tilfarinum, helt hann seg síggja smáar broytingar.
Dr. Granjean er eisini adjunkt professari á Harvard universitetinum í Boston og hevur nú tikið yvirlækna Pál Weihe undir sínar veingir har. Hetta er at frøðast um, tí yvirlækni Pál Weihe hevur verið til stóra hjálp hjá Dr. Grandjean í hansara kanningum av kyksilvuri í Føroyum, og hevur nú fingið ein uppibornan møguleika sum gesta ? granskari har. Eisini kann Pál Weihe gleða seg um, at hann ikki verður einasti føroyingurin á Harvard.
Eru granskarar álítandi?
Nú skulu vit heldur ikki gera granskingar hjá ávísum bólkum til nakað heilagt. Ferð eftir ferð hevur tað víst seg, at sjálvt mætir granskarar gerða stórar brølarar og hava gjørt almiklan skaða, tá teir hava ført síni kanningarúrslit fram alment.
Vit minnast helst frá okkara barnaskúla Sir Cyril L. Burt (1883 ? 1971). Óivað størsti psykologurin í síni tíð og harafturat ein avhildin og høgt mettur granskari innan intelligens og útbúgvingar psykologi hjá børnum. Hann hevðið stóra ávirkan í Onglandi har stjórnin brúkti hansara kanningar sum grundarlag fyri tí ensku útbúgvingar skipanini.
Burt kom fram til at intelligensur varð viðføddur og, at umhvørvið ikki hevði stórvegis árin á hesi viðurskifti. Fátæk fólk høvdu lágan intelligens, men tað varð tí at tey vóru fødd soleiðis, og tann lági intelligensurin varð orsøk til teirra fátækradømi. Myndugleikarnir dugdu tí ikki at síggja nakra meining í at brúka pening til, at útbúgva henda partin av borgarunum. Aðrir granskarar komu til aðra niðurstøðu, men vóru bert hoyrdir seinri. Seinri kom eisini fram at Burt hevðið falsað granskingarnar av eineggjaðum tvíburðum fyri at fáa tað at passa við hansara teoriir.
Linus C Pauling (1901 ? 1994) varð ein af fremstu vísindamonnum í hesi øldini. Fekk Nobel virðislønina í kemi í 1954 og friðarviðrisløn Nobels í 1962. Varð professari í California Institute of Technology í Pasadena og harafturat á Stanford universitetinum. Stovnaði "Linus Pauling Institute of Science and Medicine". Hann varð eitt flogvit innan kemi og verður óivað mest mintur fyri síni stóru framstig innan vitamin granskingini.
Flestu vita væl, at um ein tekur nóg nógv av c-vitamin so kann ein fyribyrgja forkølilsi. Hetta er eitt úrslit av granskingunum hjá Linus Pauling. Hann kom eisini fram til at antioxidantir (A,E,C vitaminir) kundu mótvirka krabbamein, økja um aldurin og annars bøta stórt tal av sjúkum. Men tað sum tey flestu ikki vita er, at C-vitamin als ikki kann fyribyrgja forkølilsi, at E vitamin kann framkalla lunga krabba og, at vanlig fólk nú eta fyri milliardir av krónum í vitaminum sum eru tilsettar mati ella eru í tablettum, Hetta púra óneyðugt, og harafturat við vanda fyri at skaða seg.
Sjónvarpshyggjarar kenna óiva James Randi. Tað er amerikanarin sum hevur lovað eina millión dollarar til fólk sum kunnu vísindaliga prógva ymisk sjáldsom fyribrigdi. Hann hevur eisini fellt granskarar sum ikki tóku placebo effektina við nóg stórum álvara. Tú kanst nevniliga føla teg væl betri um tú tekur eina litaða tablett, sum tú hevur stóra tiltrúgv til. Hetta sjálvt um tablettin bert er gjørd úr sukri. Ein granskari kann yvirføra sínar vónir til tann sum hann kannar, og soleiðis stimbra viðkomandi til at útynna meira enn hini. Møguleikarnir eru óteljandi og vísundin syndar móti hesum reglum alla tíðina.
Tey sum halda at vísindin er sannleikin kunnu gerast ógvuliga kløkk av veruleikanum. Hvør visti til dømis at Mendel, Darwin, Pasteur, Freud og aðrir til tíðir falsaðu ritgerðir? Er nakar í yva so kann bókin hjá Horace Freeland Judson "The great betrayal ? Fraud in science" ISBN 0-151-00877-9, sum kom út í 2004 og kastar eitt sindur av ljósi yvir hvussu vísindin, tvørturímóti hvat tey flestu halda, er full av óreglusemi. Ofta hoyrir ein tó, at um okkara leiðir hendir tað ikki. Okkara maður gerð tað ikki. Og tað er heldur ikki lukkuligt at verða tannn sum sigur, at kaisarin er nakin.
Torførar og yvingarsamar kanningar, sum skulu tulkast varðisligaí eini heildarmeting.
Lat meg nevna, at bilsin foreldur hava greitt mær frá, at teirra nýføðingar sum komu við í føroysku kanningini høvdu nógv kyksilvur í sær sjálvt um mamman ikki hevðið leskað grind. Ein mamma kom heim av flatlondum. Nýfødda barnið kom beint inn í kanningina og hetta barnið vísti seg, at hava nógv kyksilvur, hóast mamman ikki hevðið etið grind. Barnið fór síðani skjótt at dáma grind, og át nógva grind heima í Føroyum. Men kanningin vísti, at kyksilvurið so líðandi minkaði í barninum.
Hetta bert fyri at vísa á hvussu nógv er at hugsa um, tá kanningar verða gjørdar. Afturat hesum koma so fleiri onnur evni og viðurskifti sum kunnu líkjast kyksilvurárini.
Hvat hava hesar barnakonur etið annað enn grind. Hava tær etið stórar nøgdir av fiski, sum eisini inniheldur kyksilvur, ella hevur stór inntøka av fiski gjørt, at tær mangla onnur tíðandi evni.. Hava tær etið onnur evni, sum kunnu líkjast kyksilvurárini so sum PCB og alkohol. Her er eitt ørgrynni av møguleikum. Hava børnini havt jarnmangul, sum ávirkar heilan. Hava tey fingið omega-3 feittevni sum stimbrar heilan ella hava tey mangla B12 sum gerð barnið veikari.
Og hvat við vitamin E, selenium, vitamin C, kobar o.s.fr. Um barnið manglar Selenium verður upptøkan av kyksilvuri økt. Føði-vektin og graviditets tíðin hevur tídning. Fekk barnið bróstamjólk ella fekk tað pulvurmjólk? Aldurin hjá mammuni hevur eisini týdning. Sosiala og búskaparliga støðan heima hevur sera stóran týdning og eisini royking. Og hava so granskarnir í heila tikið skrivað rætt upp. Ella hava teir kanska tikið partar av kanningini burturúr fyri at fáa tað at passa við teirra teoriir. Og hvat við placebo og ynski granskarans at gerðast kendur?
Heilsupolitikkur?
Og hvat skulu vit so siga til eina kanning við so nógvum ókendum og lítið kendum faktorum, har fyrstu útmeldinganar verða, at øll børnini eru púra normal. Og at tað síðani verða tikin data út úr kanningini so aðrir granskarar øtast við, og kalla bæði granskarnar og kanningina fyri óálítandi. Og at tað harafturat eru topp granskarar innan kyksilvur sum kanna onnur børn við væl meira kyksilvur enn tey føroysku og finna tey púra normal. Vit kunnu so leggja afturat, at tað sum føroyska kanningin eftir alt hetta tykist at vísa, er so lítið, at sterkir luppar skulu til fyri at síggja tað. Og tað næsta sum er í kykaranum er sjálvandi, at kyksilvur í smáum nøgdum geva hjartatrupuleikar. Eitt sera yvingarsamt projekt, sum helst verður blást stórt upp í Føroyum av persónligum ávum.
Eg og fleiri við mær hava sitið kurr í 20 ár meðan einstaklingar í tøttum samarbeiði við fjølmiðlar, av persónligum ávum og løttum tíðindafluttningi, hava stuttleika sær við at leypa ótta á barnakonur og aðrar borgarar. Eg havi sum lækni plikt til at siga frá um eg meti at kunning á heilsuøkinum er avskeplað. Helt at public service ábyrgdin hjá føroyskum fjølmiðlum fór at hjálpa til, men gakk. Skulu vit verunliga til at geva tilmæli út frá slíkum? Skulu vit verunliga til at geva partar av okkara mentan skot fyri bógvin ársaka av hesum? Og skulu vit veruliga reka okkara unga ættarlið frá heilsugóðum og stimbrandi mati yvir til pylsuvognar og eitt sitandi lív ársaka av hesum?
Hinvegin vita nokk tey flestu í Føroyum hóast alt, at tað er ikki grind sum er trupuleikin hjá ófødda og fødda barninum. Tær evarsku smáu broytingar sum ávísir granskarar halda seg hava funnið, og sum aðrir granskarar ikki kunnu finna gera ongan skaða í Føroyum. Barnakonur kunnu sostatt óttaleysar eta grind og fáa púra normal børn, eisini í vissuni um, at kyksilvurdálkingin í havinum tykist at verða minkandi.
Nei vandarnir hjá ófødda barninum koma frá heilt øðrum støðum. Seinast nevndi eg royking sum ein nógv størri vanda og hesuferð vil eg nevna alkohol sum ein enn størri vanda.
Veruligu vandarnir!
Tað hevur leingi verið kent, at inntøka av alkoholi undir graviditeti kann geva fosturskaðar. Yvi hevur verið um, hvussu lítil nøgd skal til fyri at skaðar kunnu síggjast, men nú bendir nógv á, at tað ikki er nakað stórvegis minstamark. Ein til tvær øl um vikuna kann geva barninum kroppsligar- og heilaskaðar.
Hvørja ferð ein barnakona fær sær eina øl, so fær barnið tað sama. Alkohol fer beinleiðis inn í lívmóðirna og ávirkar barnið líka nógv sum barna-konuna. Munurin er tó, at barnið stendur í sterkum vøkstri, bæði likamliga og sálarliga.
Hetta samanborið við at umleið 50% av graviditetunum ikki eru ætlaðir, og at tað ofta ganga vikur til mánaðir til mamman er greið yvir at hon er uppá vegin, gerð støðuna enn meira hættisliga. Tí tað er serliga tann fyrsta tíðin undir graviditetinum sum gevur teir stórstu skaðarnar.
Kanningar í okkara grannalondum vísa vaks-andi nýtslu av alkoholi millum barnakonur. Seinastu 10 árini er tað komið uppá eini 15%. Hetta var ein øking við eini 3-400% uppá 15 ár. Her mugu vit hava í huga, at verunliga talið kann verða væl hægri eftirsum fólk ikki vanliga vilja reypa sær av at drekka.
Fetal Alkohol Syndrome (FAS) er enska navnið fyri sjúkueyðkenni hjá børnum, sum hava fingið skaða av, at mamman nýtti alkohol undir graviditeti. Roknað verður við, at tað í USA føðast umleið 40.000 børn árliga við hesum breki. Hetta svarar til, at tað í Føroyum føðast 2 børn árliga við hesum breki. Harafturat er funnið árin við heilaskaða og vakstrarskaða á enn fleiri børn, sum svarar til at 3 børn afturat árliga verða fødd í Føroyum við ávísum brekum. Samanlagt finna vit so statistiskt, at 2 børn árliga verða fødd við FAS í Føroyum og, at tað harafturat eru eini 3 børn sum verða fødd vid minni heilaskaða og kroppskaða ársaka av at mamman hevur tikið alkohol undir graviditetinum.
Men hvat er FAS?
Lat meg deila tað upp í 3 lutir: Trupulleikar við føðing, uppvøkstur og seinri í lívinum.
Trupulleikar við føðing:
Lág føðivekt, barnið er lítið og veksur spakuliga, lítið høvd, smá eygu, stutta flata nøs, flatar hjálkar, lítla høku, løgið oyraskap, tunna yvirvørr, sjón og hoyrn trupulleikar, hjartabrek og lítlan heila.
Sum barnið veksur:
Trupuleikar við mati og svøvni, fer seint at tosa, læru trupuleikar, rusut, lágan intelligens, vánaliga koordinatión, trupult við at konsentrera seg, atferðar trupulleikar, ringt við at halda sær, trupuleikar við at verða saman við øðrum børnum.
Trupuleikarnir við FAS varða alt lívið og seinri í lívinum eru so:
Trupuleikar í skúlanum, klára ikki at halda eitt arbeiði, trupult við at klára seg einsamøll, lætt við at gerast alkoholikarar, angist trupuleikar, illsint og lyndi til samanbrestir við løgregluna.
Hetta eru álvarsmál. Statistiskt verða eini 2 børn árliga fødd í Føroyum við hesum breki og so eini 3 afturat við minni breki. Ein stórur trupuleiki í hesum sambandi er, at tað skal bert ein øl av og á til at gerða skaða. Harafturat eru teir størstu skaðarnir fyrst í graviditetinum. So einasti háttur at sleppa undan hesum stóra trupuleika er, at kvinnurnar ikki leska tað. Við øðrum orðum eiga okkara ráð at verða, at kvinnur millum 10 og 40 ár skulu ikki leska alkohol! Og hetta má standa ovarlaga á listanum tá fjølmiðlar og fakfólk kunna um vandar.
Góðar páskir!