Nevndarvarlið í Føroya Arbeiðarafelag er akkurát liðugt, men ikki øll eru fegðin um úrslitið. Tríggir nevndarlimir skuldu veljast og greitt var, at minst ein skulu verða nývaldur, tí Ingeborg Vinther fer frá, sum forkvinna í dag.
Hinir báðir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri vali vóru Karla Einarsson og Jógvan Páll Johansen og tey vórðu bæði afturvald.
Triði nevndarlimurin er Suni Mortensen úr Hovi.
Annars var skilligt, at feløgini í Eysturoy høvdu frammanundan avtalað at velja Harry Benjaminsen í nevndina.
Men tann avtalan helt ikki, tí tá ið avtornaði atkvøddu bara helvtin av teimum 50 eysturoyingunum fyri honum.
Sostatt fekk hann bara 29 atkvøður og tað var alt ov lítið til ein nevndaresss.
Eftir valið duldi hann ikki fyri, at hann var vónbrotin og helt, at tað var sera vánaligt, at eysturoyingar skuldu standa so illa saman.
Hinvegin fegnast suðuroyingar um at varðveita ein nevndarlim í felagnum.
Nú er eftir at velja tiltakslimir og nýggjan formann fyri Ingeborg Vinther og tað verður um eina løtu