Meðan Boðanesheimið, sum skal hýsa ikki færri enn 64 búfólkum, hevur verið undir fyrireiking, hava ymsar røddir verið á breddanum um, at eldraheimspolitikkurin í Føroyum er skeivur.
Boðskapurin hjá fleiri áhugaðum hevur verið, at tað er ikki longur rætt at byggja ellis- og røktarheim av tí slagnum, sum vit hava kent. Vit skulu heldur byggja aðrar hóskandi bústaðir av ymsum slag til tey, sum verða gomul og ynskja ella noyðast at fara úr egnum bústað.
Hesin boðskapurin var áhugaverdur, men hann kom nakað seint í hesum umfarinum. Akuttu bíðlistarnir vóru longu farnir til stroks, og landið hevði bert eitt tilboð til kommunurnar, sum var, at tær kundu fáa 700.000 krónur í stuðli til hvørt búplássið, tær átóku sær at byggja á røktarheimi.
Í prinsippinum skuldi hetta vera helmingurin av kostnaðinum, men tá saman um kom, vísti tað seg, at hvørt búplássið er munandi dýrari at fáa til vega, og tí standa kommunurnar eftir við størra partinum av rokningini.
Tað gerst so ikki umaftur, men nú er rætta løtan av álvara at fara undir at fyrireika grundreglurnar fyri byggingini av eldrabústøðum í framtíðini.
Landið eigur eldrapolitikkin og eigur at standa fyri hesum arbeiðnum, men nú kommunurnar eru drignar so nógv upp í hendan politikk, hevði óivað verið rætt, at kommunufeløgini bæði góvu sítt íkast eisini.
Av tí, at fleiri alneyðug røktarheim eru á veg nú, er ein lítil skái at hugsa seg um. Hann eiga myndugleikar og politikarar at nýta til at meta um, hvussu hesi viðurskifti skula skipast í framtíðini.
Fáið hetta í lag sum skjótast, so vit hava greiðar linjur fyri, hvør kósin skal verða, tá næsta umfar av eldrabústøðum fer av bakkastokki. Tað er ov seint at fara undir hesar fyrireikingar, tá tørvurin verður um at yvirhála okkum aftur.
Tað hevur tikið sína tíð at fáa Boðanesætlanina á beint. Trøðin hjá Júst yviri við Strond varð keypt til eldraendamál longu í 2005.
Byggiætlanirnar hava verið nakað umleypandi, men nú er komið hagar til, at spakin verður settur í, og fólk kann flyta inn í eitt snotuligt og framkomið Boðanesheim um smá tvey ár.
Hetta er eitt av teimum heilt stóru átøkunum hjá sitandi býráðssamgongu millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.
---