Fortíð, nútíð og framtíð

Nú árið er farið at halla, kunnu vit ikki siga annað enn, at 2008 var hendingaríkt.

Men alt var ikki lætt; tað gav okkum eisini torførar avbjóðingar.

Í hesum sambandi er fyrst at nevna álvarsomu fíggjarkreppuna, sum tók seg upp í heyst. Hóast vit ikki enn hava merkt avleiðingar, sum kunnu samanberast við støðuna hjá okkara nærmasta granna, so eru kortini tekin um, at vit ikki sleppa heilt snikkaleys. Tað er t. d. onki at ivast í, at talið av arbeiðsleysum føroyingum er vaksandi.

Tað skal kortini vera mín vón, at hesir trupulleikar ikki vera drúgvir. Vónandi megna vit at venda gongdini soleiðis, at tey, sum eru vorðin arbeiðsleys sleppa aftur í vinnu skjótast gjørligt.

Fyrr í ár boðaði politiski myndugleikin frá stórum broytingum á útlendingaøkinum. Fakfeløgini dugdu - alt fyri eitt - at síggja, at talan var um eina sera óhepna broyting. Tí gjørdu vit sjálvandi vart við, at hetta fór ikki at vera ein góð skipan, hvørki fyri okkum føroyingar ella teir útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða.

Men politiski myndugleikin valdi at venda fakfeløgunum bakið. Og – tí verri - mugu vit í dag sanna, at broytingin fekk júst tær neiligu avleiðingar, sum fakfeløgini boðaðu myndugleikunum frá.

Lat okkum her nevna eitt ítøkiligt dømi. Talan er um eina fyritøku, sum fær útlendskar handverkarar at koma til Føroya at arbeiða. Vit hava prógv fyri, at hesir útlendingar ikki verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin. Útlendingar vita t.d. ikki hvørja minstuløn ein handverkari í Føroyum hevur rætt til.

Vit hava eisini prógv fyri, at tá vit hava kunnað útlendingar um lønarviðurskifti í Føroyum, so hevur tað fingið álvarsamar avleiðingar fyri somu útlendingar. Teir eru - alt fyri eitt - uppsagdir og sendir av landinum.

Hetta hendir hóast politiski myndugleikin hevur boðað frá, at tey, sum koma til Føroyar at arbeiða, skulu kunnast um føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tí standa vit nú ráðaleys og spyrja: Hvør hevur svikið, er tað politiska skipanin, ella liggur trupulleikin í eini umsiting, ið ikki røkir sína skyldu.

Nú jólini standa fyri durum vóna vit vissuliga, at hesin órættvísi atburður móti útlendingum í Føroyum verður steðgaður sum skjótast, og helst áðrenn vit koma inn í jólahalguna.

At enda fari eg, at ynskja øllum Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.