Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, boðaði í dag frá, at hann vil ikki staðfesta ta sonevndu Icesave- lógina, sum Altingið samtykti í vikuni. Sostatt er greitt, at málið fer til fólkaatkvøðu.
Lógaruppskotið, sum Altingið samtykti í vikuni, staðfesti avtaluna, sum íslendingar gjørdu við bretar og niðurlendingar í desember um, hvussu Ísland skal endurrinda teimum báðum londunum skuldina, sum landið heftir fyri í sambandi við netabnkan Icesave, sum fór á heysin í oktober í 2008.
Tá Altingið avgreiddi lógaruppskotið um Icesave, feldi tingið tvey uppskot um at leggja málið fyri fólkaatkvøðu. Bæði uppskotini fullu við 30 atkvøðum fyri og 33 ímóti. Síðani samtyklti tingið Icesave-lógina við 44 atkvøðum fyri og 16 ímóti. Tríggir tingmenn atkvøddu ikki.
Í sambandi við samtyktina í Altinginum fekk Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, undirskriftir við meiri enn 33.000 íslendingum, sum kravdu fólkaatkvøðu um Icesave-lógina. Í dag fingu tey sín vilja.
Altingið kemur saman fyrsta dagin at taka støðu til, nær fólkaatkvøðan um Icesave-lógina verður.