Týski forsetin, Frank-Walter Steinmeier, hevur gjørt av at avtaka týska tjóðartingið og útskriva val til 23. februar 2025.
Tað boðar hann frá á tíðindafundi, sambært tíðindastovuni Reuters.
Valið er útskrivað eftir nakrar mánaðir við stórum politiskum ófriði í Týsklandi.
Týska samgongan, sum er mannað við Javnaðarflokkinum, Liberala FDP og Grøna flokkinum, fall í november, og um miðjan desember vísti ein meiriluti í samveldistinginum misálit á Olaf Scholz, kanslara.
Stjórnin fall, tá Scholz koyrdi fíggjarmálaráðharran, Christian Lindner, úr starvi, og FDP tók seg úr stjórnini.
Síðani varð ein nýggj minnilutastjórn skipað, sum var mannað við Javnaðarflokkinum og teimum Grønu - enn við Olaf Scholz sum kanslara.
Tá misálit verður samtykt á ein kanslara, hevur forsetin 21 dagar at taka støðu til, um tingið skal upploysast ella ikki - og harvið um val skal skrivast út.
Væntað varð frammanundan, at Steinmeier 27. desember fór at boða frá, um tingið fór at verða upployst.
Fram til uppsøgnina av Christian Lindner vóru stórar ósemjur innan stjórnina um, hvønn búskaparpolitikk hon skuldi reka.
Undir fíggjarlógarsamráðingunum í heyst kravdi FDP skattalætta og niðurskurð. Taå var neyðug fyri at draga Týskland úr búskaparkreppuni, helt flokkurin.
Eisini var neyðugt at útseta veðurlagsmálini, segði FDP.
Men Javnaðarflokkurin hjá Scholz og tey grønu vóru ímóti teimum uppskotunum.
/Ritzau/