Ukrainski forsætisráðharrin, Oleksij Hontjaruk, heur í morgun latið forsetanum eitt uppsagnarbræv.
Tað skrivar 35 ára gamli Hontjaruk á Facebook.
– Fyri at fáa allan iva burtur um okkara respekt og álit á forsetan havi eg skrivað eitt uppsagnarbræv og latið forsetanum tað, skrivar hann.
Tað kemur ikki meira fram um, hví hann hevur tikið hesa avgerð.
Forsetin í Ukraina, Volodimir Zeklenskij, boðar frá, at hann umhugsar uppsøgnina. Tað upplýsir forsetaskrivstovan í Ukraina.
Hontjaruk var ókendur í politikki, tá hann sum advokatur varð útnevndur sum nýggjur forsætisráðharri í Ukraina í august í fjør.
/ritzau/