##med2##
FM1 prátaði í kvøld við allar formennirnar hjá feløgunum, ið hava havt lið í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó ikki Tummas Lervig, formann hjá KÍ og Brandur Jacobsen, formann hjá Víkingi, ið FM1 fer at práta við aftaná steypafinaluna millum KÍ og Víking á Tórsvølli komandi leygarkvøld. Við endan av samrøðuni fingu formennirnir høvið at senda eina heilsu og eina tøkk.
Fimti formaðurin, ið var ígjøgnum til eina samrøðu á FM1 var formaðurin hjá 07 Vestur, Jón Nordendal.
Jón hevur serliga tvey hæddarpunkt hann kann draga fram. 07 Vestur kemur á fyrsta sinni at spæla triðja kappingarárið á rað í bestu mansdeildini, og so er tað fantastisku fjeppararnir hjá 07 Vestur. Fjeppararnir hjá 07 Vestur tóku allar Fótbólts-Føroyar á bóli við sínum fantastiska stuðuli til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið móti KÍ á útivølli. Sjálvt um 07 Vestur tapti greitt á vøllinum, so var tað sum hendi uttanfyri vøllin ein sigur uttan sín líka fyri 07 Vestur, slær Jón fast. Og hann er ikki í iva um, at felagið eigur bestu fjepparar í landinum. Tað lívgar eisini, at fleiri og fleiri vaksa upp sum 07 Vestur leikarar, og sum 07 Vestur fjepparar.
Tað gekk seint hjá 07 Vestur at seta høvuðsvenjara hesaferð, og tað ætlar Jón ikki skal henda aftur. Stremba verður eftir at gera tað enn betri komandi kappingarár.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra tað sum Jón Nordendal segði í samrøðu við FM1.










