- Tað er fantastisk, at man hevur brúkt ressoursir fyri at seta alt í upprunastand fyri á tann hátt at vísa, hvussu man livdi fyrr í tíðini. Fyri meg, ið komi úr Danmark, gevur hetta eitt gott innlit í søguna hjá føroyska samfelagnum
Helle Thorning-Schmidt var bæði áhugað í og bergtikin av gamla býlinginum Heimi í Húsi í Koltri.
Býlingurin er síðstu árini høvuðsumvaldur og settur í upprunastand. Arbeiðið fór av álvara í gongd í 2008, og tað endaði fyribils 22. juni í fjør, tá oyggin varð opin oyggj í tveir dagar. Almenningurin fekk tá høvi at síggja umvælda býlingin, sum nú eisini er vístur fram fyri danska forsætisráðharranum.
Bjørn Patursson, fyrrverandi bóndi í Koltri, vísti runt. Nærlagdi frásøgumaðurin greiddi frá , hvat bygningarnar vórðu brúktir til í fornari tíð, hann gav sær stundir at fortelja og svara spurningum frá forsætisráðharranum.
Býlingurin Heimi í Húsi er tann elsti, men nógv er eftir at gera í Koltri. Býlingurin Norðuri í Gerði, har bóndahúsini eru ídag, skal eisini setast í stand, og triða verkætlanin er Gróthústangi, har fleiri úthús eru. Tær báðar seinnu ætlanirnar eru ikki gjørdar ítøkiligar enn.
Fyrst má landsstýrið taka støðu til, hvussu Koltur skal skipast sum tjóðgarður og hvussu hetta skal fíggjast.
Til borðs
Í gomlu bóndahúsinum í býlinginum Heimi í Húsi bjóðaðu Bjørn og Lükka Patursson til ein betri bita við føroyskum viðskera, øli og hvonnsnapsi. Tað mesta, ið borðreitt varð við, var framleitt úr rávøru við uppruna í Koltri.
Forsætisráðharrin fekk matarfrið frá fjølmiðlum, men sum skilst smakkaði og dámdi henni føroyska matin, ið borðreitt varð við.
Síðani var farið til gongu. Koltur er sermerkt á tann hátt, at har er savnað saman alt tað, ið hoyrdi gomlu tíðini til. Eisini teigalendið rundan um er áhugavert. Har veltu tey korn, og talan er um eitt tað størsta lendið av sínum slag í Føroyum. Ferðalagið kom eisini væl niðan á Kolturshamar, men mjørkin argaði somikið, at gingið varð ikki seinasta strekkið uppá.