Hesar næstu dagarnar er forkunnugt kvinnukór í Føroyum og vitjar. Talan er um kvinnukóri, Usmifka úr Keypmannahavn. Usmifka á bulgarskum, merkir smíl, men tað er sostatt eisini heitið á kvinnukóri úr Keypmannahavn, ið hevur lagt seg eftir at syngja bulgarskan kórtónleik.
Á konsertini í Føroyum fer kórið bæði at syngja nýggjar og gamlar gamlar bulgarskar fólkasangir, men tey syngja eisini heilt nýggjan norðurlendskan tónleik, ið ongantíð áður hevur verið framførdur í Føroyum.
Serlig er talan um verkið ”Isgrejalo Slunze”, ið unga tónaskaldið, Mette Nielsen, hevur skrivað við iblástri úr einum bulgarskum fólkasangi. Sjálv syngur Metta Nielsen sopran í Usmifka.
Ljóðið av bulgarskum kórtónleiki er heilt sermerkt, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Klangurin er metaliskur og sangirnir eru um kríggj og kærleika, um dreymir og vónir, og um sorgarleikir og skemtiløtur í lívinum. Sangurin er vakur og litfagur og fær sterkar kenslur fram í fólki, bæði látur og tár.
Kórleiðari hjá Usmifka, er føroyska Katrina Petersen. Í Føroyum er hon eisini kend úr sanbólkinum, Kata, og sum undirvísari og kórleiðari hjá Vágakórinum.
Usmifka hevur tríggjar konsertir í Føroyum. Ein er í morgin í Miðvágs Kirkju saman við vágakórinum og ein er fríggjadagin í Blábar í Havn. Tær báðar konsertirnar eru ókeypis. Tað er konsertin sunnudagin ikki, tá ið kórið syngur í Norðurlandahúsinum, saman við Kata.