Foreldur skulu fáa klippikort til barsilsskipanina

Nú verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at bøta um barnsburðarfarloyvið á fleiri økjum

– Foreldur skulu kunna drýggja barnsburðarfarloyvi í nøkur ár og samstundis skal útgjaldið hækkast. Og so skulu bæði lesandi, og foreldur við sjúkum børnum, fáa tað lættari.

Tað er kjarnin í einum uppskoti, Tjóðveldi nú fer at leggja fyri Løgtingið.

Í hesum sambandi heldur Tjóðveldi, at foreldur skulu fáa eitt klippikort til barsilsskipanina, soleiðis at foreldrini kunnu dryggja sær barnsburðarfarloyvi í trý ár.

Tjóðveldi vil eisini broyta barsilsskipanina soleiðis at lesandi, og fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingarørindum ella arbeiðsørindum, fáa betri sømdir. Og tað skulu foreldur at børnum, sum eru ov tíðliga fødd, eisini fáa.

Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sigur í tíðindaskrivi í morgun, at við einum klippikorti til barsilsskipanina, gera foreldrini sjálvi av, nær tey brúka teir dagarnar, tey hava rætt til barnsburðarfarloyvi við løn. Men treytin er kortini, at alt farloyvi skal vera avgreitt, tá ið barnið fyllir trý ár.

Men vilja foreldrini drýggja barsilsfarloyvið longri enn eitt ár, skal hetta gerast í avalu við arbeiðsgevaran.

– Foreldrini skulu hava hvør sína barsilskvotu, umframt eina felagskvotu, sum tey kunnu býta sínámillum, og tað skal eisini bera til at nýta bert part av farloyvinum, og sameina tað við partíðararbeiði, ella við ólønt farloyvi yvir eitt longri tíðarskeið.

Foreldur at børnum, sum eru fødd ov tíðliga, skulu ikki missa barsilsgjald ta tíðina, barnið er á sjúkrahúsið, men fáa gjaldið longt tilsvarandi.

Tey í Tjóðveldi halda eisini, at rætta løtan er komin at hækka gjaldið úr barsilsskipanini, so tað í størri mun samsvarar við lønarhækkingarnarm sum hava verið hesi seinastu 15 árin – men tað má kortini verða eftir fíggjarorkuni í Barsilsgrunninum.

Tjóðveldi skjýtur eisini upp, at lesandi verða fevnd av skipanini, og at landsstýrismaðurin fær heimild at gera serstakar reglur um barsilsgjald til lesandi.

Tað skal eisini bera til hjá foreldrum, sum fara av landinum í útbúgvingarørindum og lestrarørindum, uttan at missa rættin til at fáa gjald út barsilsskipanini.

Í dag er barnsburðarfarloyvi 48 vikur, men endamálið er at tað skal vera eitt ár

Hetta er annað uppskotið um barsilsskipanina, sum verður løgd fyri Løgtingið um barsilsskipanina, tí eisini Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at tey fara at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta barsilsskipanina.