- Ein stóran part av sosialu tíðini eru børnini í skúlanum, so tí hava lærarar eisini ábyrgd av at læra børnini at verða sjálvstøðugir persónar í einum demokratiskum samfelag og harvið læra tey meir enn bara at rokna, lesa og skriva. Men foreldrini hava evstu ábyrgd.
Soleiðis segði Nina Brockie, sum sjálv er lærari, tá hon fríggjadagin saman við Siri Sørensen og Inga Sørensen mannaði panelið í seinnapartssendingini á Rás2.
Eitt av evnunum, sum panelið umrøddi, var ein grein í Skúlablaðnum, sum av álvara kom á meldurin hesa vikuna. Í greinini bleiv millum annað ført fram, at nógv foreldur í dag kasta alla ábyrgd á lærararnar, tí tey ikki sjálvi hava studir til at vera foreldur.
- Ofta verður í so nógv ábyrgd løgd á skúlar og stovnar. Krøvini, sum foreldur í dag seta til teir ymsu stovnarnar, eru blivin hægri, enn tey vóru fyrr. Eg haldi, at er tað soleiðis, at mann sum foreldur hevur trupult við at fáa tingini at hanga saman, so mugu foreldur, skúli ella dagstovnur arbeiða meir og betur saman, segði Siri Sørensen.
Ingi Sørensen førdi fram, at hann saknar, at einki ítøkiligt verður gjørt fyri at lætta um uppgávuna hjá bæði foreldrum og lærarum.
- Kvinnurnar eru ikki heima, soleiðis sum tær vóru fyrr, og tí er alt samfelagið broytt. Eingin vil taka ábyrgd, og eingin kemur við ítøkiligum uppskoti um, hvat mann kann gera, fyri at fáa tingini at fungera, segði Ingi Sørensen.
Ein fastur partur av Rás2 Seinnaparti fríggjadagar er tátturin Vikan, sum fór. Har sigur eitt panel sína hugsan um nakrar av søgunum og hendingunum, sum hava verið ta vikuna.
Panelið er samansett við skiftandi luttakarum hvørja ferð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alt innslagið um lærarar og foreldur.