Cristiano Ronaldo kostar næstan 10 milliónir krónur at leiga í ein hálvan dag, Manchester United skal møguliga gjalda yvir 150 milliónir krónur meiri fyri Anthony Martial, Rafael Benitez forvann yvir 100 milliónir tað árið, tá hann bleiv koyrdur í Real Madrid, skiftið hjá Paul Pogba skal kannast og Gareth Bale var av røttum heimsins dýrasti.
Tað eru nakar av avdúkingunum í nýggju bókini, Football Leaks: The Dirty Business of Football. Rithøvundar eru Rafael Buschmann og Michael Wulzinger, sum arbeiða hjá týska blaðnum Der Spiegel. Football Leaks er líkt Wiki Leaks, sum vit kenna Julian Assange frá, men bara í fótbóltsheiminum, har spælarar javnan verða seldir fyri fleiri hundrað milliónir krónur.
Nú kemur so bók við øllum avdúkingunum hjá Football Leaks. Bretskir miðlar skriva í dag um onkrar av avdúkingunum. Millum annað fekk Cristiano Ronaldo næstan 10 milliónir krónur frá Saudiarabiskum samskiftisfyritøkum, fyri rættindini til at brúka Cristiano Ronaldo í Miðeystri og Norður Afrika.
Fyri Real Madrid framherjan var talan um ein hálvan arbeiðisdag, har hann skuldi stilla upp til myndatøku, og lýsa við fyritøkunum á sosialu miðlunum. Millum annað hevur hann yvir 100 milliónir fylgjarar á Instagram, har hann eisini legði mynd út, tá hann var í Føroyum í fjør.
Liðskiparin hjá Portugal verður persónligt mettur at verða verdur áleið tvær milliardir krónur. Bókin avdúkar eisini, at Cristiano Ronaldo fyritøkur í londum kring allan heimin, fyri at lógliga sleppa undan høgum toppskatti.