Ein útlendingur er nú í vanda fyri at verða vístur úr Føroyum fyri harðskap. Tað var sunnukvøldið, at hann varð handstikin á einum skeinkistaði í Havn fyri harðskap ímóti einum duravøri.
Saman við einum landsmanni var hann inni á skeinkistaðnum, tá ið landsmaðurin varð vístur á dyr. Hann var sinnaður at fara á dyr, uttan mótstøðu, men tá ið hin sær tað, loypur hann á. Upprunaliga vórðu báðir útlendingarnir handtiknir, men maðurin, sum skuldi vísast á dyr, varð skjótt leyslatin aftur og skuldsetingin ímóti honum er slept.
Men hin varð verandi í varðhaldinum, og í gjár hann førdur fyri rættin, har hann varð varhaldsfongslaður í tvær vikur ímeðan løgreglan fær greiði á málinum.
Lagt verður upp til, at hann skal sigast burtur úr Føroyum í eitt áramál. Duravørurin fekk nakað av skaða, men hinvegin hava duravørar, og onnur, eina serliga verju í revsilógini, tí í sínum starvi eru tey í størri vanda enn onnur, at vera fyri harðskapi og tískil er verður tað dømt harðari at gera seg inn á tey, enn at fólk annars.