Hægstirættur í Bretlandi hevur gjørt av, at hópdrápsmaðurin Peter Sutcliffe skal sita í fongsli tað, sum eftir er av lívi hansara. Rætturin tók avgerðina í sambandi við, at tann 64 ára gamli drápsmaðurin hevði søkt um at fáa ein dag uttan fyri fongsulsdyrnar.
Í 1981 bleiv Peter Sutcliffe dømdur 20 ferðir lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava myrt 13 kvinnur og fyri at hava roynt at myrða sjey aðrar kvinnur í Yorkshire og Manchester. Í dag er hann á einum afturlatnum sinnissjúkrahúsi í Broadmoor.
John Mitting, dómari, segði aftan á úrskurðin í gjár, at avgerðin hjá rættinum var millum annað grundað á tað, sum skyldfólk hjá seks av teimum myrdu kvinnunum hava sagt. Tey vóru á einum máli um, at einki uttan lívlangt fongsul er hóskandi fyri ein drápsmann sum Peter Sutcliffe, segði dómarin.










