Fólkatalið minkar í sunnaru økjunum

Bæði Sandoyggin og Suðuroyggin hava mist fólk seinasta árið, vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya

Nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya vísur, at fólkatalið í Føroyum vaks 1 prosent frá 1. november 2013 til 1. november 2014. Samanlagt vaks fólkatalið í Føroyum við 481 fólkum upp í 48.618 fólk.

Hagstovan hevur eisini gjørt yvirlit yvir gongdina í sýslum, og hetta yvirlit vísur, at fólkatalið veksur í Norðoyggjum, Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágoy.

Streymoy uttan Tórshavn hevur havt fólkaminking seinasta árið, og tað sama er galdandi fyri Sandoy og Suðuroy.

Fólkatalið í Streymoy (uttan Tórshavn) minkaði við 45 fólkum, fólkatalið í Sandoy við 13 og Suðuroy við 20.