Fólkatalið í Japan minkaði við 800.523 í 2022, sum er met.
Tað vísa hagtøl frá japanska innanríkisráðnum í gjár.
Nógv ídnaðarlond stríðast við fallandi burðartøl, men trupulleikin er serliga stórur í Japan, har fólkatalið er minkað seinastu 14 árini á rað.
Landið hevur næst elstu íbúgvar í heiminum eftir ríka fúrstadømi Monaco, har tað búgva sløk 40.000 fólk.
Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, ávaraði í januar um, at landið stendur á gáttini til eitt skrædl av samfelagnum, um gongin ikki vendir.
Fyri fyrstu ferð minkaði fólkatalið í øllum teimum 47 fylkishøvdingadømum í fjør.
Til samans búgva nú 122.423.038 fólk í Japan.
Afturgongdin í fólkatalinum í fjør er tann størsta síðan 1968, tá stjórnin fór at máta fólkatalið.
Talið av útlendingum í Japan vaks harafturímóti metnógv við 289.498 fólkum í fjør til slakar 3 milliónir. Tað er tað mesta síðani 2013.
Soleiðis var gongdin, eftir at stjórnin hevði slakað í innflytingarreglunum fyri at fáa bilbugt við fólkatalskreppuni.
– Minkingin í talinum av børnum og fólkatalinum er ein stórur trupulleiki, sum ávirkar samfelagsbúskapin í Japan, og bjóðar vælferðarsamfelagnum av, sigur fremsti talsmaðurin hjá stjórnini, Hirokazu Matsuno, á tíðindafundi.
Stjórnin fer sambært honum at arbeiða fyri at fáa fleiri kvinnur og eldri á arbeiðsmarknaðin við nýskipanum.
Færri enn 800.000 børn vórðu fødd í Japan í fjør. Tað er samstundis lægsta talið, síðani tey fóru at telja.
Í fjør almannakunngjørdi Fumio Kishida eina 25 milliarda dollara ætlan um at víða stuðul til familju og yngri fólkum. Upphæddin svarar næstan til 170 milliardir krónur.
/ritzau/AFP